Kári P. Højgaard spyr Poul Michelsen um føroyskar sendiharrar

Kári P. Højgaard spyr Poul Michelsen um føroyskar sendiharrar

2018-01-10 08:06 Author image
Kári P. Højgaard

Fyrispurningur um føroyskar sendimenn, settur Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum (at svara skrivliga eftir Tingskipanini § 52a)

- Kann landsstýrismaðurin upplýsa førleikakrøv til sendiharrarnar, ið verða settir á føroysku sendistovunum?
- Verða størvini lýst leys, ella er bert talan um flytingar millum starvsfólkini í Uttanríkisráðnum?
- Kemur tilmæli frá eini setanarnevnd, ella er tað landsstýrismaðurin, sum einsamallur setir sendiharrarnar?
- Eru størvini áramálssett, og hvussu verða tey lønt?

Viðmerkingar:
Í tíðindum í dag váttar landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, at einaferð í summar verða nýggir sendiharrar settir í Moskva og Brússel. Samstundis verða nøvnini kunngjørd á teimum, sum tá skulu manna hesi týdningarmiklu størv.

Ivaleyst er eitt krav at tey, ið sett verða, hava eina góða viðkomandi akademiska útbúgving, fyri at kunna røkja starvið. Íslendingar hava tó partvís havt ta siðvenju á sínum sendistovum at brúka eldri politikarar sum sendiharrar, ið hava drúgvar altjóða royndir og kenna politisku skipanirnar.

Vanligt er, at týðandi vællønt størv innan tað almenna verða lýst leys. Tí er tað sera viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu hesi størv verða sett, saman við førleikakrøvum.

Spyrjarin hevur ikki sæð hesar starvslýsingar í føroysku miðlunum. Tí verður spurningurin settur.

Á Løgtingi, tann 9. januar 2018

Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður