Heimatíðindi

Kári eigur æruna av at gassverkið nú verður bygt

Kári eigur æruna av at gassverkið nú verður bygt

Kári Mortensen (Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-20 23:01 Author image
Ingi Samuelsen

Tað var ein maður, sum fekk heiðurin, tá biogassætlanin hjá Bakkafrost í dag dag varð løgd fram á tíðindafundi á Hotel Føroyum.

Maðurin er Kári Mortensen frá orkudeildini undir Umhvørvisstovuni, fyrr Jarðfeingi. Fleiri teirra, sum høvdu orðið, nevndu Kára Mortensen og søgdu hann eiga æruna av at tankin um eitt biogassverk í Føroyum nú gerst veruleiki.

Trúliga hevur hann gingið á hurðarnar hjá myndugleikum, fyritøkum og felagsskapum fyri at fáa tey at lata eyguni upp fyri møguleikanum við einum biogassanleggi.

Tí tað er gomul og kend vitan, at bílig og grøn orka kann vinnast burtur úr lívrunnum burturkasti og avlopi frá bæði landbúnaði og havbúnaði.

- Kári hevur støðugt víst okkum á hendan møguleikan. Nú er tíðin hin rætta fyri at fara undir eitt slíkt verk, segði Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti á tíðindafundinum í dag.

Handilsskapur
Fyri Bakkafrost snýr tað seg um at halda eina nýggja leið, har framleiðslan er meira burðardygg, og við at gagnnýta skarn og annað útlát frá smoltframleiðsluni til at framleiða orku og tøð til landbúnaðin, er felagið komið langt á leið at gera framleiðsluna meira burðardygga, og eisini virka eftir heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning.

Les eisini: Tað eru pengar í skarninum 

Men Regin Jacobsen viðgekk eisini, at handilsskapur eisini er ein partur av ætlanini.

- Hetta fer at pynta munandi um okkara grøna roknskap, og fer eisini at økja um okkara útflutningsvirði. Tí kundin eftirspyr vørur, sum eru framleiddar grønt og burðardygt. Hetta er eisini galdandi fyri tey, ið ætla at keypa okkara partabrøv, sigur Regin Jacobsen.

Ætlanin við biogassverkinum, sum verður bygt innast á Skarðshjalla oman fyri Hvítanes er, at tað skal taka ímóti 40.000 til 50.000 tonsum av lívrunnum burturkasti um árið. Tað er mykja frá neytum, lívfrøðiligt burturkast frá alingini og burturkast frá smoltstøðunum.

Úr hesum kann framleiðast 2,3 milliónir rúmmetrar av gassi, sum kann veita fjarhita til 400 húsarhald og streym til 1,900 húsarhald. Hetta sparir landinum fyri 11.000 tons av koltvísúrni um árið.

Skilja burturkastið tað næsta
Og sum bonus fáa bøndurnir, ið latið hava mykjuna, millum 40.000 og 45.000 tons av avgassaðum tøðum afturfyri – nakað sum kann spara teimum ein stóran part av handilstøðunum, sum verða innflutt í løtuni, varð upplýst á tíðindafundinum í dag.

Tróndur Leivson frá Búnaðarstovuni tók soleiðis samanum, at hetta er ein win-win loysn, tí hon rakar beint á loysunarorðini, sum eru frammi í tíðini, nevniliga ’green economy’ og ’blue economy’. Um kommunurnar so eisini finna útav at skilja lívrunna burturkastið burturúr, sum nú verður brent, so raka við tað triðja orðið, ’circular economy’ eisini.

Onnur nevndu eisini møguleikarnar við at fáa lívrunna burturkastið við sum veitari til biogassverkið, og Annika Olsen, borgarstjóri í Havn loftaði avleveringini og upplýsti, at arbeitt verður við at fáa eina skiljiskipan til burturkastið.


Tróndur Leivsson (Mynd: Sverri Egholm)


Annika Olsen (Mynd: Sverri Egholm)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður