Kappingin gjørdist harðari enn væntað

2016-06-28 13:26 Author image
Dimma

Tá ið veljarakanning varð gjørd í Íslandi av kanningarmiðstøðini Gallup 15. juni, søgdu 51 prosent av teimum spurdu, at tey ætlaðu sær at atkvøða fyri Guðna Thorlacius Jóhannesson. Í somum kanning søgdu 12,5 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri Hallu Tómasdóttir. Men tá atkvøðurnar vóru taldar sunnumorgunin, hevði Guðni Th. Jóhannesson fingið 39.1 prosent av atkvøðunum, og tá hevði Halla Tómasdóttir, ið annars ikki hevur verið harðasti kappingarneytin hjá Guðna Th. Jóhannesson, fingið 27.9 prosent av atkvøðunum. Forsetavalið gjørdist nógv tættari og meira spennandi enn vænta, og stóri taparin má sigast at vera fyrrverandi forsetisráðharrin Dávið Oddson, sum einans fekk 13.7 prosent av atkvøðunum.

 

Vilja hava tvey valumfør

Í valroynd, ið til bar at taka á RUV.IS, kundu veljarar kanna, hvørjum valevni tey vóru mest samd við, i ymisku spurningunum. Í hesi kanning søgdu 85 prosent av teimum spurdu, at tey hildu tað var rættast, um tvey umfør vóru tá forsetaval, soleiðis at fólkið fyrst atkvøddi ímillum øll valevnini, og síðani valdu ímillum tvey tey fremstu valevnini aftaná. Sigast skal, at tílíkar royndir, ið til ber at taka á netinum, eru ikki vísindaliga eftirfarandi, tí at allir samfelagsbólkar eru ikki spurdir. Men 7266 tóku royndina, og tí ber til at siga, at hon gevur eina mynd av meiningum í samfelagnum.

Hugsanin handan, at tað skal vera tvey umfør er tann, at tá forsetaval er, kunnu tað vera so nógv valevni. Til valið hesaferð, vóru nýggju valevni eftir, tá atkvøðast skuldi, men fleiri høvdu bjóðað seg fram áðrenn. Sigast kann at tað vóru fýra valevni, sum kappaðust at enda, men tvey fingu munandi fleiri atkvøður enn onnur. Um so var, at tvey valumfør vóru hesaferð, so høvdu Halla Tómasdóttir og Guðni Th. Jóhannesson kappast til annað umfar, og so høvdu atkvøðurnar hjá hinum valevninum eisini avgjørt, hvør av fremstu kappingarneytunum hevði blivið forseti.


Guðni Thorlacius ópolitiskur

Tað hevur nógv at siga fyri nógvar íslendingar, at forsetin ikki er partapolitiskur. Tá ið Dimmalætting í blaðnum, sum kom út 3. juni, viðgjørdi forsetavalið í Íslandi, segði stjórnmálafrøðingurin Baldur Þórhallson, at akkurát tað, at Guðni ikki hevði luttikið í politikki fyrr, gjørdi at hann var so væl umrøddur. Óhugsandi er ikki, at Halla Tómasdóttir eisini vann nakað av atkvøðum, júst tí hon ikki hevur verið frammi fyrr sum politikari.

Ísland stendur, hóast góða andan eftir at íslendingar bastu Onglandi í gjár, við stórum avbjóðingum fyri framman. Álitið á politisku skipanina er ikki gott, eftir at tað fyri kortum kom fram, at ávísir leiðandi politikkarir høvdu havt pening í skattskjóli. Tosað hevur eisini verið nógv um at broyta grundlógina, sum millum annað fær kritikk, tí at forseti kann sita í óavmarkaða tíð, og at hann hevur valdið einsamallur at boykotta eina lóg, sum tingið fremur. Guðni hevur sjálvur boðað frá, at hann stuðlar eini nýggjari grundlóg, har ið tað millum annað átti at komið heimild til, at fólkið sjálvt, við at savna undirskriftir inn, kann koyra ymisk mál til fólkaatkvøðu.

 

Altingsval í heyst

Tá fyrrverandi forsetisráðharrin, Sigmundur Dávið Gunlaugsson, stutt síðani legði frá sær, eftir at tað kom fram, at konan hevði pengar í skattaskjóli, í einum felagi, sum Sigmundur sjálvur hevði átt í, var boðað frá at val verður í heyst. Samgongan skipaði seg av nýggjum, og segði seg ikki kunna skriva væl út, áðrenn átrokandi reformar, sum høvdu ligið í kortunum, vóru framdar. Enn er lyftið um val bert eitt lyfti, men væntandi verður val eisini í heyst, og nýggi forsetin boðaði frá, at hann væntaði at samgongan skrivaði væl út, hóast hann ikki ráddi fyri tí. Álitið á politisku skipanina er so lágt, at fólk annars ikki trúðu lyftinum um nýval í heyst.

Tað er forsetin, sum saman við forsætisráðharranum skrivar val út, og hóast Guðni Thorlacius Jóhannesson boðaði frá, at hann ynskti at lyftið varð hildið, greiddi hann eisini Dimmalætting frá í samrøðu, at hann einsamallur ikki kann skriva val út, ífylgi grundlógini.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður