Uppboðssøla: Kapitalur er einki krav

2016-05-31 14:49 Author image
Dimma

- Tað skal vera møguligt hjá fleiri at bjóða seg fram í vinnuni og kappast um at fáa mest virði burtur úr avmarkaða tilfeinginum.

Hetta er millum høvuðsendamálini í skipanini við uppboðsølum av fiskirættindum, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kunngjørd í Fiskimálaráðnum í dag.

Skipanin viðførir, at til ber at bjóða upp á størri og minni nøgdir eftir tørvi hjá tí einstaka í vinnuni. Haraftrat verður soleiðis atborið, at ikki er neyðugt at hava nógvan tøkan pening fyri at sleppa framat.

- Tað skal bera til at bjóða seg fram uttan at leggja stórar upphæddir á borðið frammanundan, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.


Lættari og tó...
Uppboðsølan er skipað soleiðis, at tann sum bjóðar, ikki skal rinda beinanvegin við kassa 1, men rindar við avreiðing. Tó krevst, at viðkomandi hevur bankatrygd, so ein vissa fæst fyri peninginum.

-  Hetta ger tað lættari hjá teimum, sum ikki hava so nógvan kapital, at bjóða seg fram. Vit vilja hava tað so atkomiligt hjá teimum, sum hava evnini. Á hendan hátt ganga vit teimum á møti, sum vænta at fáa mest burturúr, sigur Høgni Hoydal.

Við skipanini, sum nú verður roynd, er tó ein avmarking. Tann, sum bjóðar upp á kvotur á uppboðssølu, má fiska keyptu kvoturnar við egnum fiskifari, sum hevur veiðiloyvi, og bert við tí fiskifarinum, sum kvoturnar eru keyptar til. Sostatt er uppboðssølan bert til verandi aktørar.


Dulnevndur opinleiki
Umframt at gera tað høgligari hjá nýggjum at koma framat, hevur Fiskimálaráðið skipa soleiðis fyri í kunngerðini, sum nú er løgd fram, at tú kanst vera dulnevndur, meðan bjóðað verður.

- Fiskimálaráðið vil hava opinleika um sølurnar, men fyri at mótvirka møguligari kappingaravlaging, verður hildið loyniligt, hvør er tilmeldaður og hvør bjóðar, til sølan er liðug. Hinvegin kann Fiskimálaráðið kunngera sølurnar aftaná.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður