Heimatíðindi

Kanningin prógvar at nýskipanin var neyðug

Kanningin prógvar at nýskipanin var neyðug

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-04-26 16:10 Author image
Ingi Samuelsen

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, er púra greiður yvir, at frágreiðingin, sum Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, legði fram í dag, er ein lemjandi kritikkur av umsitingini, sum hann situr við ábyrgdini av. 

Men hann vísir í sama viðfangi á, at kanningin byggir á eina lóggávu, sum nú er skift út við eina aðra. 

- Tá eg bjóðaði meg fram at taka ábyrgdina av fiskivinnupolitikkinum í landsstýrinum var tað við tí greiða málsetninginum at fáa eina nýskipan framda, sum skuldi koma í staðin fyri tað, ið hevur verið galdandi síðani einaferð í nítiárunum. 

- Tá tað er sagt, so er tað eisini eg, sum havi ábyrgdina av tí, ið er farið fram í tíðarskeiðinum frá tí at vit tóku við, og sum eisini er lýst í hesi kanningini, sigur Høgni Hoydal. 

Men hann kann heldur ikki lata vera við at svara játtandi upp á spurningin um ikki kanningin í ávísan mun bítur somu fólk í afturpartin, sum í fjør gingu á odda at fáa kanningina gjørda, nevniliga fyrverandi landsstýrismenningar við fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum, sum sjálvir hava umsitið eftir somu lógum og í líka stóran mun sum Høgni Hoydal eiga ábyrgdina av, at tær neyðugu dagføringarnar, sum kanningarstjórin eftirlýsir, ikki eru gjørdar. 

Landsstýrismaðurin fegnast um, at kanningin er gjørd. Ikki so nógv tí at hann sjálvur verður fríkendur, men tí at talan er um eitt skjal, sum væl lýsir hvussu fiskivinnan hevur verið umsitin hesi seinastu árini. 

Harvið hevur hann eisini fingið eitt skjalprógv fyri hvussu neyðugt tað var at rudda upp í lóggávuni og skifta gomlu lógina, sum æt løgtingslógin um vinnuligan fiskiskap, skifta út við eina aðra lóg, sum nú eitur løgtingslóg um sjófeingi. 

Aksel V. Johannessen, løgmaður, er á einum máli. 

- Kanningin er eitt hent skjal at brúka í søguligum høpi. Tað er rætt, at kanningin vísir á trupulleikar við núverandi praksis, ið eg sum stjórnarleiðari havi yvirskipaðu ábygdina av. Eg fegnist um, at skipanin við veiðiloyvum í størsta mun er avtikin við nýggju lóggávuni, tí tað er týðuligt, at vit hava virkað við eini skipan, ið ikki hevur verið nøktandi við tað at praksis hevur verið í andsøgn við lóggávuna, segði Aksel V. Johannessen, løgmaður eftir at frágreiðingin varð løgd fram í tinginum í dag.

Les eisini: Kanningarstjórin fríkennir Høgna Hoydal


(Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður