Kanning: Lívsnøgsemi er í topp

Magni Mohr, formaður. Mynd: Ólavur Jøkladal

Kanning: Lívsnøgsemi er í topp

2017-05-10 17:47 Author image
Dimma

 Nýggj kanning frá Fólkaheilsuráðnum staðfestir enn einaferð, at Føroyar eru eitt framúr land at búgva í, og at lívsnøgsemi føroyinga er væl hægri enn í grannalondum okkara, sum annars eru heimsins eydnusamastu lond. Kanningin er gjørd eftir leisti hjá OECD kallað Better Life, sum samanber ríkastu londini í heiminum, upplýsir Fólkaheilsuráðið.

- Føroyar hava fyrr klárað seg væl í hesi kanning, sum fyrstu ferð varð gjørd í 2013. Vit vildu dagføra kanningina, og kunnu aftur hesaferð vísa á, at Føroyar standa seg sera væl. Tað vísir seg nevniliga í hesi kanningini, at føroyingar eru eydnusamasta fólk í heiminum, slær Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fast.

11 parametrar eru samanbornir í kanningini, harav 10 vóru gjørligir at máta fyri Føroyar. Í talvuni niðanfyri ber til at samanbera Føroyar við OECD londini, og her sæst, at vit eru fremsta land í hópinum.

-Henda kanning er við til at geva okkum í Fólkaheilsuráðnum eina heildarmynd av nøgdseminum í føroyska samfelagnum, sigur Magni Mohr. -Tað er áhugavert at staðfesta, at vit hava eitt fólk, sum gleðiliga luttekur í øllum samfelagsviðurskiftum. At vit eru framúr væl nøgd við lívið og hugsa jaligt um framtíðina. Og at vit sjálvi meta, at vit samanumtikið hava eina góða heilsu.


Kelda og lesið meir HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður