Heimatíðindi

Kanning av myrkatølum farin í gongd

2020-04-20 09:26 Author image
Bryndis Hjartardóttir

1500 tilvildarligir føroyingar eru valdir til at luttaka í kanningini av myrkatølunum av korona í Føroyum, boðar Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu frá.

Nógv fólk eru kannað fyri korona í Føroyum og almenna talið, ið vísir, hvussu nógv hava verið smittað, er møguliga rætta talið av smittaðum í Føroyum í dag. Vit hava tó illgruna um, at tað eru fólk í samfelagnum, sum hava verið smittað, men sum ikki eru vorðin kannað. Hetta kann skyldast, at summi hava havt so veik sjúkueyðkenni, at tey ikki fóru til lækna og blivu kannað fyri korona. Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna. Men tað kunnu vit kanna í eini blóðroynd, boðar arbeiðstoymið frá.

Tað hevur týdning, at innsavnanin av blóðroyndum verður gjørt innan stutta tíð og tí heitir arbeiðsbólkuin á valdar føroyingar at boða teimum frá luttøku sum skjótast. Blóðaroyndin skal vísa um persónurin hevur andevnið í móti korona.
Innsavnan av blóðroyndum verður um alt landið og luttakarar skulu eisini svara spurningum. Hetta er fyri at fáa eina meting av, hvussu nógv í veruleikanum hava havt korona. Kanninin verður gjørt nú og so aftur um nakrar mánaðir.

Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður