Uttanlands

Kanada setur plastikforboð: - Vit skylda okkara børnum eitt trygt og reint umhvørvi

(

("Plastikk er ein trupulleiki, sum vit verða noydd at gera okkurt við" - Trudeau. Mynd: Shutterstock)

2019-06-11 14:30 Author image
Hergeir Staksberg

Kanada hevur sett sum mál at banna eingangsplastikki í 2021. Við forboðnum ynskir Kanada at visa í verki, at mann leggur nakað í umhvørvið. Hesum boðaði forsætisráðharrin, Justin Trudeau, frá á tíðindafundi í gjár

- Hetta er ein trupulleiki, sum vit ikki hava ráð til at ignorera, segði forsætisráðharrin.

Í løtuni endurnýta tey bara 10% av plastikkinum í Kanada. Sambært kanadisku stjørnini er plastikk orsøkin til, at meir enn ein millión fuglar doyggja ella koma til skaða um árið.

[object Object](Kvinnur rudda plastikk á eini strond. Mynd: Shutterstock)

- Sum foreldur eru vit komin so langt, at tá vit fara á strondina við okkara børnum, so mugu vit leita eftir einum pletti, sum ikki flýtur í súgvurørum og plastikfløskum, segði Trudeau við BBC.

- Hetta er ein trupulleiki, sum vit verða noydd at gera okkurt við.

Kanada er ikki fyrsta landið, sum fer í kríggj móti plastikki. Kanada gongur í fótasporunum hjá fleiri øðrum londum, sum eisini ynskja at banna eingangsplastikki komandi árini.

Í mars mánaði samtykti EU at banna ymiskum sløgum av eingangsplastikki í 2021. Og seinasta ár valdi India at bannað øllum eingangsplastikki í 2022.

(Hoyr fráboðanina hjá Trudeau við at trýsta á play)

Fráboðanin hjá Trudeau kemur eftir, at bæði Malaysia of Filipinirnar hava boðað frá, at tey ætla at senda alt plastikk, sum ikki kann endurnýtast, aftur til tey londini, sum hava framleitt plastikkið. Og her er Kanada eitt av londunum.

Kanada hevur síðani boðað frá, at tey ætla at taka í móti plastikkinum frá Malaysia og Filipinunum.

- Vit skylda okkara børnum og komandi ættarliðum eitt trygt og reint umhvørvi, segði Trudeau.

Les um súluna í Mykinesi, sum reiðrast í plastik HER

Les um fólkafundin á Bornholm, sum flýtur í plasti HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður