Heimatíðindi

Kaj Leo: Var ikki bert mín avgerð

Sverri Egholm (foto)

Sverri Egholm (foto)

2020-08-06 16:41 Author image
Katrin Johannessen

Heilsumálaráðharrin váttar at tey fingu tilboð frá Thetis og Amplexa Genetics um at gera koronatestir í samband við, at landið lat uppaftur í juni. Sagt hevur annars verið, at tað ikki var møguligt í Føroyum at kanna fólk, sum komu inn í landið, orsakað av vantandi tilfari ella vantandi starvsfólki. 

-Tað var frammi í farsóttarnevndini, um vit skuldu royna at testa øll, sum komu inn í landið, men avbjóðingin er, at testkapaciteturin er avmarkaður. Eg veit at nú verður sagt av privatum, at tey kunnu standa fyri tí, men so sum eg havi fingið tað upplýst, so er tað ikki allur sannleikin. Tey bjóða seg fram at gera analysuna. Men ikki tað at gera sjálva kanningina, at stinga pinnin í hálsin, og alt tað tilfari, sum hartil hoyrir, og starvsfólk til at gera tað. Tað er har avmarkingin er, segði Bárður á Steig Nielsen við Dimmu 13. juni.

Men fyrr í dag kom tað fram, at Thetis og Amplexa Genetics høvdu sent heilsumálaránum bræv 7. juni, har tey boðaðu frá, at tey høvdu tilfar og eisini møguleika at fremja sjálvar kanningarnar í Føroyum. Eisini høvdu tey gjørt føroysku myndugleikunum greitt, at tey høvdu kapacitet at testa fólk tvær ferður, soleiðis sum gjørt verður í Grønlandi. Tó kom einki svar frá Heilsumálaráðnum sambært viðmerking frá Hans Atla Dahl úr Amplexa Genetics. 

-Eg havi allatíð verið jaligur til at fáa privatar aktørar við at fremja koronakanningarnar í Føroyum, av tí at eg visti at heilsuverkið ikki hevði neyðugu útgerðina at fremja so nógvar kanningar, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. 

-Eg var jaligur til at hava sama kanningarhátt í samband við ferðandi, sum í til dømis Íslandi og Grønlandi, har fólk vera kannað fyri korona aftur 4-6 dagar eftir tey koma til landið, sigur hann.

Heilsumálaráharrin vísir tó á, at hóast hann var jaligur, so stóð tað ikki bert til hann at gera av, um takast skuldi av tilboðum frá Thetis og Amplexa Genetics.

-Tílíkar avgerðir skulu takast í samráð við farsóttarnevndina og við atlit til tey læknafakligu tilmælini, sum eg fái, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Hans Atli Dahl úr Amplexa Genetics metir, at um fólk, ið komu til landið, høvdu verið kannað aftur eftir fimm dagar, so høvdu vit fangað 95 prosent av øllum korona smittaðum. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður