Kærleikskúlan 2018 avdúkað

Kærleikskúlan 2018 avdúkað

Ársins kærleikskúla fagnar toskin: "Toskurin hevur uppiborið virðing"

Kærleikskúlan 2018

2018-12-04 13:06 Author image
Turið Justinussen

Í morgun, týsdagin 4. desembur, varð Kærleikskúlan 2018 avdúkað á Listasavni Føroya. Hon berur heitið "Hommage á fiskurin", og tað er listamaðurin, Ole Wich, sum í ár hevur sniðgivið hana

Drýlur við rullupylsu, dugnakøkur, kaffi og te var at fáa á Listasavninum í morgun, tá fólk vóru savnaði til hátíðarløtu hjá Dugna, har Kærleikskúlan 2018, umsíður varð avdúkað. 

Tað er listamaðurin, Ole Wich (f. 1953), sum hevur sniðgivið nýggju og tíggjundu kúluna. Ole Wich arbeiðir við konseptlist og evnini í listaverkætlanum hansara verða ofta lýst úr samfelagslýsandi ella atfinningarsomum sjónarhornum. Hann er eisini útbúgvin søgufrøðingur og hevur í hesum høpi skrivað um, hvussu føroyingar hava  troytt og brúkt toskatilfeingið.

Hvat ímyndar Kærleikskúlan?
Kærleikskúlurnar eru ymiskar í skapi á hvørjum ári, og hvør kúla hevur ein serligan boðskap at bera. Ársins Kærleikskúla 2018 fagnar toskin. 

[object Object]

Við at vekja ans fyri hesum týdningarmikla fiskaslagi, ið hevur givið føroyska samfelagnum so nógv, kann listaverkið hjá Ole Wich bólkast undir tað, sum í myndlist ofta verður rópt hommage (fagnandi) list. 

Orðið, hommage, stavar nevniliga frá fronskum og merkir ein fagnaður. Sostatt er setningurin HOMMAGE À FISKURIN, sum stendur skrivaður tvørtur um miðjuna á kúluni við mjáum, reyðum spjalrastavum, ein fagnaður av gávumilda fiskinum, sum eisini skilst í røðuni hjá sniðgevanum, Ola Wich, har hann millum annað segði:

Hvar er toskurin í føroyskari list?

- Uttan toskin, eingin búskapur, og harvið einki samfelag. Toskurin hevur uppiborið virðing og ljós. Men hvar er toskurin í føroyskari list? Kærleikskúlan hjá Dugna, gav mær høvi at peika á týdningin hjá toskinum. 

Í Kærleikskúluni eru tríggir gyltir toskar í ymiskum støddum. Ole Wich sigur soleiðis um skapið á henni:

[object Object]

- Rúmið í glaskúluni er ein ímynd fyri havið og okkara búskaparliga grundarlag. Havið er stórt og faktiskt lutfalsliga tómt, tí fyri at finna fiskin og fanga hann, krevst eitt stórt arbeiði. Toskurin heldur til á botninum, og ikki fyrr enn vit rista kúluna, síggja vit, hvussu nógvur toskur er. Glaskúlan verður her sum tað stóra havið. Gylta glæman hjá toskinum skyggir í dýpinum og gevur okkum eina vón um, virkið og tilveruna hjá menniskjanum. Vit rista kúluna, vit fagna toskin. Júst sum tað stendur skrivað "Hommage á fiskurin." 

Í faldaranum, sum fylgir við kúluni, sigur Ole Wich:

- Kærleikskúlan 2018 skal síggjast í samanhanginum, har ið hon hongur millum søgukunnleika og list. Samansetingin av søgu føroyinga og myndamáli bjóðar til, at gylta toskaskræðan kann skiljast sum ein ímynd av, hvussu føroyska samfelagið í øldir hevur bygt upp materielt ríkidømi við toskafiskiskapi."

Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, segði soleiðis í røðu síni:

- Listamaðurin hevur hegnisliga, listaliga og søguliga megnað at skapa eina Kærleikskúlu, sum kemur at hanga í nógvum heimum um minna okkum á týdningin av fiskinum og toskinum.

Tað besta er, at tað at enda eydnaðist, og at man er glaður fyri úrslitið

Drúgv tilgongd at menna serstaka kúlu
Kærleikskúlan er eitt serligt listaligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landstýrisfólki í Mentamálaráðnum velir eitt av Føroya mætastu listafólkum burturúr til at sniðgeva kúluna.

Fyrireikingarnar byrjaðu longu í januar og tilgongdin til lidna kúlu hevur verið drúgv við nógvum, eisini tekniskum, liðum, greiðir Ole Wich frá og ásannar, at hetta er ein heilt serstøk framleiðsla. Samanumtikið, sigur hann við Dimmalætting:

- Tað besta er, at tað at enda eydnaðist, og at man er glaður fyri úrslitið.

Kærleikskúlan er ein munnblást glaskúla. Hon er handgjørd, og hvørt upplag er avmarkað. Sostatt er hvør kúla serstøk.

Sjálvar kúlurnar eru framleiddar uttanlanda, men fiskarnar inni í kúluni, hevur listafólkið framleitt í samstarvað við Føroya Prent, og eskjurnar og faldarnir, sum fylgja við kúluni, er framleitt hjá Estra í Gøtu. Eisini eru tær eftirkannaðar og pakkaðar í Føroyum. 

Ímyndar eisini kærleika
Løgmaður, Aksel V. Johannesen helt røðu, og segði millum annað soleiðis um ársins Kærleikskúlu:

[object Object]

[object Object]

- Rundar sum Jørðin hanga kúlurnar í snjóhvítum silkibandi, klæddar við serstøkum listaligum framburðum, sum nerta við kærleikans mongu brigdi. Tær vísa okkum, at kærleikin umfevnir allan heimin og litar alt lívið.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hugleiddi um viðbrekið hjá glaskúluni:

- Eisini er hon sárbær. Hon er gjørd úr tunnum glasi og kann lættliga brotna, ansa vit ikki eftir. Á sama hátt, kunnu sambond millum menniskju og mannalagnir lættliga brotna, um vit ikki eru ansin um okkara medmenniskju og tað, sum hendir rundan um okkum. 

[object Object]Heiðurin av fyrstu kúluni
Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis altíð ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kúluna.

30 uppskot komu inn, og stýrið fyri Dugna avgjørdi at hoyri- og taluráðgevi, Maybritt við Strond, frá Glasi skuldi fáa heiðurin fyri hennara stóra arbeiði fyri næmingar við avbjóðingum. 

[object Object]

Omanfyri síggjast Kærleikskúlurnar seinastu níggju árini:[object Object]

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016) og Gurðið Poulsen (2017).

Frágreiðing um hvørja Kærleikskúlu stendur at lesa á heimasíðuni hjá Dugna.  

Kærleikskúlan 2018 er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið í gávubúðum kring landið frá 4. desembur og til og við 24. desembur. Allur vinningur fer til at styrkja arbeiðsførleikarnar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Meira langlesnaður