Kæran hjá John Rajani má bíða

2016-06-22 09:41 Author image
Dimma

Løgtingsins umboðsmaður kann ikki hjálpa John Rajani at fáa starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.

Tað sæst í brævi, sum John Rajani hevur fingið frá Løgtingsins umboðsmanni. Kringvarpið hevur fingið hendur á skjalinum.

Í brævinum til John Rajani verður sagt, at løgtingsins umboðsmaður kann ikki fara inn í málið, fyrr enn Løgmansskrivstovan hevur endaliga avgreitt málið:

“... fyri at eg kann taka eina klagu til viðgerðar, skal eitt mál vera liðugt viðgjørt, og ein endalig avgerð tikin. Eg havi ikki heimild at leggja uppí innihaldsligu viðgerðina av einum máli, sum ein myndugleiki ikki er liðugur at viðgera,” skrivar Sølja í Ólavstovu, løgtingsins umboðsmaður.

Løgtingsins umboðsmaður vísir á, at løgmaður sum setarmyndugleiki hevur gjørt av at lýsa aðalstjórastarvið leyst aftur. Hetta kann løgmaður gera, sigur umboðsmaðurin, um hann heldur, at eingin av umsøkjarunum er nóg væl skikkaður, ella at ein nýggj lýsing hevur við sær, at fleiri umsøkjarar eru at velja ímillum.

John Rajani tók ta avgerð, at hann letur sína umsókn til aðalstjóra í uttanríkis- og vinnumálum standa. Sostatt skal hann enn einaferð vigast millum hinar umsøkjararnar, tá ið setanarbólkurin skal meta um umsøknirnar. Seinast varð hann innstillaður sum nummar eitt, men løgmaður valdi eftir samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, ikki at ganga hesum á møti.

Løgtingsins umboðsmaður sigur í endanum av brævinum til John Rajani, at hann er vælkomin at venda aftur, tá ið viðgerðin av málinum um setan av aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum er liðug og ein endalig avgerð er tikin.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður