Heimatíðindi

Julie Wieth um sjónleik: - Vit hava øll eitt úttrykk at arbeiða við

Julie Wieth, sum hevur drúgvar royndir í filmssjónleiki heldur, at sjónleikur er eitt viðkomandi handverk fyri øll, hóast vegurin at gerast yrkissjónleikari er ov langur hjá summum

Julie Wieth, sum hevur drúgvar royndir í filmssjónleiki heldur, at sjónleikur er eitt viðkomandi handverk fyri øll, hóast vegurin at gerast yrkissjónleikari er ov langur hjá summum

2019-03-11 16:50 Author image
Turið Justinussen

Í mai mánaða skipar Føroya Fólkaháskúli fyri verkstovu í filmssjónleiki og -casting við Julie Wieth sum undirvísara. Sambært henni er sjónleikur sum heild eitt viðkomandi handverk, tí vit hava øll eitt úttrykk at arbeiða við

Julie With hevur drúgvar royndir við filmssjónleiki, og umframt at hava verið sjálvstøðugur konsulentur á leikhúsum og filmsframleiðslufeløgum, hevur Julie Wieth verið knýtt at Den Danske filmsskole, Den Danske Scenekunstskole og filmsskúlanum, Super16.

Hon arbeiðir í dag við at finna og menna teir heilt røttu sjónleikarnar til teir heilt røttu leiklutirnir sum uttanhýsis "caster" hjá Another Casting Company

Sjónleikur handan myndatólið
Munur er á framførslukynstrunum í einum pallrúmi og frammanfyri einum myndatóli. Á verkstovuni á Føroya Fólkaháskúla verður arbeitt við tilvitinum um film sum miðil umvegis royndar-filmsupptøkur og casting-venjingar.

- Á einum leikpalli, skal bæði ljóð og úttrykk røkka fleiri metrar aftur til aftastu áskoðararøð. Tá er kynstrið at seinka úttrykkið, men í tí løtu, tú setir eitt myndatól frammanfyri ein persón, fangar tað hvønn tanka handan eyguni og nærum hvørt eitt titrandi næsahár, sigur Julie Wieth í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Tað týdningarmiklasta er, at mann dugir at leika sannførandi í uppspunnum støðum. Serliga frammanfyri einum myndatóli, sum neyvt loftar falsan sjónleik, sigur Julie Wieth.

Ymisk framførslukynstur við somu kjarnu
Hóast sjónleikur handan myndatólið er øðrvísi enn sjónleikur í einum pallrúmi, og kynstrini eru ymisk, alt eftir hvat slag av sjónleiki talan er um, greiðir Julie Wieth frá, at er kjarnan og útgangsstøðið tað sama:

- Vit verða ikki til ein annan persón, tá vit spæla sjónleik, tí vit hava øll eitt lyndi og eitt úttrykk, sum vit ikki kundu flýggja undan. Hevur tú ein persón frammanfyri einum myndatóli, hevur tú longu eina søgu, áðrenn nakar grammatiskur tanki er hugsaður, og nakar setningur sagdur, tí viðkomandi hevur ein kropp og eitt andlit. Eitt úttrykk. Akkurát sum fólk hava, sum tú sært á gøtuni, sigur Julie Wieth.

Høvuðsendamálið við verkstovuni er sostatt at gera luttakararnir tilvitaðir um teirra úttrykk og geva teimum tey best hugsandi amboðini til at menna seg sum filmssjónleikarir.

- Luttakarin er rávøran í sær sjálvum, og skal tí bert seg sjálvan við á verkstovuna, sigur Julie Wieth.

Eitt viðkomandi handverk
Umframt at hava verkstovur, arbeiðir Julie Wieth í dag við at finna og menna teir heilt røttu sjónleikarnar til teir heilt røttu leiklutirnir. Spurd um, um øll kunnu gerast væleydnaðir sjónleikarir, svarar Julie Wieth soleiðis: 

- Hjá summum er vegurin ov langur at gerast yrkissjónleikari, men vit hava øll eitt úttrykk, vit kunnu arbeiða við. Tískil er tað viðkomandi hjá øllum at læra, hvat sjónleikur er fyri eitt handverk, tí tað er avgjørt nakað, mann kann taka við sær og brúka í øðrum økjum av tilveruni.

Norðurlendskt landslag dregur filmsframleiðslu
Í løtuni er Julie Wieth í Íslandi í sambandi við eina norðurlendska filmsframleiðslu, og hon skilir væl, hví norðurlendsku landspartarnir draga filmsframleiðslu at sær: 

- Norðurlendska landslagið, veðrið og ljósið er so einastandandi vakurt, at tað næstan ikki er neyðugt við hvørki pallmeistara ella framleiðslusniðgeva, sigur Julie Wieth skemtiliga. 

Les eisini: Filmsvinnan skal kunna gagnnýta altjóða viðrákið

Julie Wieth var í Føroyum í fjør í somu ørindum, og henni dámdi avbera væl:

- Eg hitti so nógvum dugnaligum sjónleikarum, og eg varð ovfarin av, hvussu nógv ung framleiddu film. Tað er ordiliga stuttligt at síggja. 

Les eisini: Methøgur áhugi fyri filmsframleiðslu

Tað verða tvær verkstovur á Føroya Fólkaháskúla, annaðhvørt vikuskiftið 3. til 6. mai og vikuskiftið 10. til 13. mai.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður