Motorurin steðgaði: Mundi endað galið í Hestfirði

2016-05-24 15:05 Author image
Sigmund Vang

Tíbetur var veðrið leygardagin 14. mai gott, tó at tað var rættiliga harður streymur. Tá MB Sólfarið – ein AWI 27 – brádliga steðgaði upp í Hestfirði, tí motorurin hevði mist smyrjioljuna, var tí at gera skjótt av og royna at fáa varpið fast í botn. Meðan Jón Johansen og Oddur Hentze baksaðust við at fáa varpið riggað til, rak Sólfarið við 10 míla ferð inn ímóti landi sunnanfyri Gomlurætt. Einar 50 til 75 metrar frá landi, var varpið komið út.

- Eg visti, at eg hevði bara ein kjans, so eg høgdi til, og tað stóð tíbetur so rimmarfast í botninum, greiðir Jón frá.


Máttu brúka fartelefonina

Beinanvegin motorurin steðgaði, royndi Jón at kalla á VHF-inum, men Sólfarið var eftir øllum at døma ov tætt uppi undir landi, so sambandið var vánaligt. Hann ringdi tí við fartelefonini til alarmsentralin. Boðini fóru víðari til MRCC, og Brimil fekk at vita, hvussu statt var. Eisini hoyrdu Jón og Oddur í VHF-inum, at boðað varð frá, at teir høvdu brúk fyri hjálp.

- Har má tó hava verið okkurt galið við sambandinum, tí tað vóru nógvir bátar har um leið, og eingin kom okkum til hjálpar. Teir kunnu ikki hava fingið boðini, metir Jón Johansen.

Endin á varpinum var sterkur, og helt Sólfarinum í sterka streyminum, tó at tað stóð nógv á. Báturin bleiv hálaður eitt sindur niður, og Jón og Oddur umhugsaðu at blása bjargingarbátin upp, men valdu tó at bíða.


Bíðaðu í fimm korter

- Vit fingu at vita, at hjálpin fór at vera hjá okkum um eina hálvan tíma ella so, fortelur Jón.

Kortini gingu fimm korter, áðrenn ein sonevndur MOB-bátur hjá Brimli var hjá teimum. Brimil var staddur 17 fjórðingar í ein landsynning úr Skálhøvda, so tað tók eina góða løtu, áðrenn MOB-báturin var hjá teimum.

Endi varð settur á, og Sólfarið bleiv sleipað til Havnar.

- Alt gekk væl, men tað var bara tí at endin á varpinum helt, og tí at tað var hampuligt veður, fortelur Jón.

Hann metir, at um vindurin var meiri, og aldurnar størri, so høvdu teir verið noyddir at farið í bjargingarbátin, og slitnaði endin, so var Sólfarið farið í knús inni undir landi, har tað breyt.


Hevði tikið 15 minuttir

Trætan millum bjargingarfeløgini og tryggingarfeløgini hevur seinastu tíðina millum annað havt við sær, at bjargingarbáturin LÍV stendur á turrum í Havn. Hevði LÍV ligið á sjónum, og var manning tøk, hevði tað tikið umleið eitt korter at verið hjá Sólfarinum, metir Heini Eysturoy, næstformaður í Havnar Bjargingarfelag.

Nú spældi alt væl av farna leygardag, men hendingin vísir, hvussu týdningarmikið arbeiðið hjá bjargingarfelagnum er, og nú summarið nærkast og nógvir frítíðarbátar aftur verða at síggja millum oyggjarnar, er umráðandi, at ein loysn verður funnin, sigur Heini Eysturoy.

- Tað er um summarið, at tað er mest at gera hjá okkum. Nógvir bátar hava ikki havt motorin frá allan veturin, og tá hendir tað javnan, at okkurt er galið, tá teir so fara fyrsta túrin, sigur hann.


NÝGGJASTA:

Landsfelagið fyri føroysk bjargingarfeløg (LFB) skal á fund við Trygd mikudagin 25. mai, har samráðast skal um, hvussu ein nýggj trygging fyri bjargarar kann setast saman. Regin Jespersen, formaður í LFB sigur, at vónirnar fyri at ein loysn verður funnin, so bjargingarfeløgini, sum eru í landsfelagnum, aftur fara 100 prosent til verka, eru góðar.

Lesið meira um evnið í Dimmalætting, sum kom í handlarnar fríggjadagin 20. mai.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður