Heimatíðindi

Jólapostur: "Vit bera enn jólakort út, men tey eru minkandi í tali"

(Mynd: pngtree.com)

(Mynd: pngtree.com)

2018-12-26 07:00 Author image
Turið Justinussen

Rákið tykist at vera, at brævapostur er alsamt minkandi, ímeðan postsendingar í pakka gerast støðugt fleiri

Gott ferðasamband er millumlanda, og fleiri keypa sostatt sjálvi jólagávurnar uttanlanda. Kortini merkja tey á Posta, sambært útberingaleiðara, Tróndur Kollsker, meira og meira til vaksandi handilsvirksemið á netinum. Posta berur eitt nú pakkar út fyri Skálkur samtakið, og enn verða nógvir pakkar bornir til dyr um jóltíðir.

- Flest pakkar verða bornir út í desember. Vit bera enn jólakort út, men tey eru minkandi í tali. Nógv er nú talgilt, greiðir útberingarleiðari, Tróndur Kollsker Dimmalætting frá og leggur afturat:

- Flest brøv verða tó borin út í januar, tá ársyvirlitini verða send út.

[object Object]

Væl hevur viðrað
Serliga nógvur postur er at bera út vikurnar uppundir jól, og gleðiligt er hjá teimum áleið 60 postboðunum, sum summi fulla tíð bera post út kring Føroyar, um veðrið er góðviljað:

- Vit hava verið sera heppin við veðrinum. Í ár hevur tað næstan bara verið gott veður uppundir jól. Tað hevði verið trupult at borið postin út, um tað var kavi og annað, men vit fáa kortini altíð alt út, sigur Tróndur Kollsker, útberingarleiðari.

Tróndur Kollsker greiðir frá, at toll- og avgjaldsmarkið á jólagávum, ið verða sendar til Føroya, er 700 krónur fyri hvørja gávu í sendingini.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður