Heimatíðindi

Jól á Barnaheiminum

(Mynd: Barnaheimið)

(Mynd: Barnaheimið)

2018-12-19 10:18 Author image
Turið Justinussen

Á Barnaheiminum verður jólagleðin kveikt við jólaklippi og -hugna, bakstri, sangi og gávum

Aldurin á børnunum, ið búgva á teimum ymsu deildunum fevnir breitt. Tað eru familjur, ið búgva inni við eitt ára gomlum børnum, og tey elstu, ið eru knýtt at Barnaheiminum eru nøkur tjúgu ára gomul.

Tey eru sum onnur børn; eru í barnagarði, ganga í skúla og annað. Summi eru á Barnaheiminum til dagviðgerð, ímeðan onnur búgva fast á deildunum, ið støðast í sethúsum ymsastaðni kring Tórshavn. Á hvørjari deild, búgva børnini í smáum barnabólkum saman við áleið fimm øðrum børnum. 

Eindarleiðari á Barnaheiminum, Hildur Hermansen greðir frá, at hvør deild heldur eina lítla jólaaftan, hóast flestu børnini fara ein túr heim til familju. Summi steðga eina løtu, summi yvirnátta ein dag og summi fleiri dagar.

- Vit halda jól og hava allar teir vanligu jólasiðirnir, sigur Hildur Hermansen og leggur afturat:

- Vit hava havt jólaklipp, har vit klippa jólanissur og gera bomm. Vit syngja jólasangir og baka piparnøtir.

- Vit royna tó ikki at gera ov nógv hóvasták burturúr jólamánaðinum, so børnini samstundis hava eitt sindur av friði og rógv. 

Umhugsni, ið fløvar 
Jólaaftan fáa børnini gávur, helst okkurt tey ynskja sær, frá Barnaheiminum og Filadelfia.

- Filadelfia fær upplýst aldur og kyn á børnunum, og eg haldi tey skipar tað so, at ein og ein familja keypir eina gávu til hvørt barn, greiðir Hildur Hermansen Dimmalætting frá.

Tað eru enn fleiri, ið hugsa um børnini á Barnaheiminum um jóltíð. Hvørt ár kemur Keypsamtøkan eitt nú við einum jólatræi og mikudagin í farnu viku, vórðu tey øll boðin til døgurða og jólahugna í City Church í Tórshavn. 

Fyrr í mánaðinum var jólahald á Barnaheiminum fyri børnum og starvsfólkum á øllum deildum. Løgmaður, Aksel V. Johannesen og jólamaðurin vitjaðu, og sjónleikarin, Hjalmar Dam las eina søgu. Hjalmar Dam bjóðaði teimum til leikin, "Jólagleðin, ið hvarv", sum gongur í Sjónleikarhúsinum, og tey 28 børnini fingu eisini eina gávu fra løgmanni, sum millum annað var eitt atgongumerki til eina matskrá og ein film í biografinum. 

Les eisini: Føroyskur barnajólaleikur: "Jólagleðin, ið hvarv" 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður