Heimatíðindi

Jól á Barnadeildini: "Vit vita ongantíð, hvat dagurin ella døgnið hevur at bjóða"

(Mynd: elisehartevelt.com)

(Mynd: elisehartevelt.com)

2018-12-20 15:27 Author image
Turið Justinussen

Jólahýrurin trívist væl á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, hóast fyritreytirnar ikki eru tær bestu

Jólatónleikur spælir spakuliga. Dadlur, mandarinir, figur og annað jólaligt verður borið upp úr køkinum, og deildin á fimtu hædd er vakurt prýdd við jólapynti, -klippi og -kalendara, farvuríkum jólaperum og plastjólatræi.

Á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum eru børn í aldrinum null til seytjan ár, og í jólamánaðinum verður nógv gjørt burturúr til tess at hugna um børnini og tey avvarðandi:

- Vit royna at gera deildina so hugnaliga sum vit kunnu, hóast tey eru innløgd. Tað er sjálvandi eitt sindur ørðvísi, men tað kann saktans verða gott, sigur Rúna Wardum, deildarleiðari og skoytir uppí, at gleðiligt er, at børnini hjálpa til at pynta.

Á Barnadeildini er tað ofta friðarligt, men børn kunnu til eina og hvørja tíð koma inn við einum bráðfeingis sjúkutilburði. Tað kann tískil vera eitt sindur torført at ráðleggja ymiskt:

- Vit vita ongantíð, hvat dagurin ella døgnið hevur at bjóða, sigur Rúna Wardum við Dimmalætting og greiðir frá, at beint nú er eingin, sum skal vera á deildini leingi, men at tað eru nógv børn í Føroyum, sum tey kenna frá tí, at tey vórðu fødd, tí tey hava onkra sjúku og av og á noyðast at verða innløgd.

Tað kann vera so óheppið, at barnið júst er innlagt jólaaftan, og er tað so, gevur Landssjúkrahúsið teimum eina jólagávu. Tað kann vera alt møguligt, men royndirnar við gávukortum eru góðar, sigur Rúna Wardum og leggur afturat:

- So liggur okkurt undir trænum til tey frá Barnadeildini.

Børnini, ið eru innløgd jólaaftan, vilja helst vera heima júst hetta kvøldið, og Rúna Wardum greiðir frá, at ofta vilja tey so gjarna sleppa heim, at tey kunnu royna at hylja ella úseta tað, at tey kanska kenna seg illa til passar.

Jólasiðirnir á Barnadeildini
Á Barnadeildini verður desember mánaði byrjaður við jólaveitslu fyri innløgdu børnunum, starvsfólkunum og teirra egnu børnum.

Jólamaður vitjar børnini og dansar jólatræ við teimum, ið orka og hava hug. Hann hevur pakka til tey, sum í ár var eitt sindur av góðgæti og sunkist frá Damfar.

- Vandi jólamaðurin var tíverri blivin sjúkur, so vit fingu ein annan fittan jólamann viðmældan frá Reyða Krossi, ið enntá dugdi eitt sindur av gandi. So tað var stuttligt, greiðir Rúna Wardum Dimmalætting frá.

Tann 13. desember á hvørjum ár ganga fyrtsa árs næmingarnir lusiugongu í øllum húsinum, og Rúna Wardum greiðir frá, at øll ljós, ið kunnu sløkkjast verða sløkt, og hurðarnar inn á kømurini hjá børnum, ið ikki orka upp, verða latnar upp, so tey hoyra og síggja hvítkløddu genturnar syngja vøkru, eyðkendu lusiuvísuna.

Í samstarvi við Musikkskúlan koma børn í desember at spæla fyri innløgdu børnunum úti á gongini, og seinasta týsdag var eitt kór framvið hvørjari deild og sang jólasangir.

- Vit merkja, at fólk ynskja at koma framvið um jólini, sigur Rúna Wardum, og greiðir frá, at tveir aðrir jólamenn hava sett seg í samband við deildina við ynski um at koma framvið at gleða børnini.

Eisini ynsktu B36 kvinnur og menn at koma framvið, hóast bert eitt barn var á deildini júst tá. Við sær høvdu tey tvær B36 jólakúlur og Play Station spøl til børnini.

Mynd av teimum sæst niðanfyri:

[object Object]

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður