Heimatíðindi

Johnny í Grótinum: Hetta kom óvart á meg

Johnny í Grótinum: Hetta kom óvart á meg

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-04-20 12:24 Author image
Ingi Samuelsen

- Eg má siga, at avgerðin hjá Mentamálaráðnum kom óvart á meg. Eg hevði ikki vænta, at Liljan Weihe fór at fáa viðhald, tað má eg siga. Men nú má eg lesa frágreiðingina fyrst, áðrenn eg kann siga meira um, hvat nú hendir. 

Soleiðis sigur Johnny í Grótinum, stjóri fyri Kringvarp Føroya, sum beint fyri middag fekk handað avgerðina hjá Mentamálaráðnum viðvíkjandi kæruni hjá Liljuni Weihe, tíðindaleiðara, sum stjórin setti úr starvi, millum annað fyri at hava skatt trúvirðið hjá stovninum. 

Les eisini: Mentamálaráðið ógildar uppsøgnini av Liljuni Weihe

- Eg má fyrst fáa høvi til at lesa frágreiðingina hjá ráðnum, sum er 50 síður, áðrenn eg kann siga nakað um, hvat nú hendir, sigur kringvarpsstjórin. 

Enn hevur hann einans staðfest, at Mentamálaráðið gevur honum rætt í, at Liljan Weihe ikki hevur agerað rætt sum tíðindaleiðari og hevur sett trúðvirði stovnsins í váða, men at avgerðin um at siga hana úr starvi ikki var í tráð við sokallaða proportionalsprinsippið. 

At avgerðin ikki er í tráð við proportionalsprinsippið merkir, at tíðindastjórin átti at fingið eina ávaring, átalu ella kanska verið flutt í annað starv heldur enn at koyra hana. 

Síðan Liljan Weihe varð send heim 30. november í fjør, hevur Heini Gaard røkt starvið sum tíðindaleiðari.

Kringvarpsstýrið er ikki kallað saman í samband við avgerðina. Talan er um starvsfólkamál, og tað er ikki málsøki hjá kringvarpsstýrinum.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður