John Rajani hevur nú sent kæruna

2016-06-17 09:33 Author image
Dimma

- Tað er mín meting, at handfaringin av hesum máli hevur verið uttanfyri alt sømuligt mark, og langt uttanfyri tað, sum er loyvt í einum rættarsamfelagi sum Føroyar.

Soleiðis sigur John Rajani, sum nú hevur kært løgmann og landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum fyri løgtingsins umboðsmann fyri teirra handfaring av málinum um setan av aðalstjóra í uttanríkis- og vinnumálum.

Í kæruni verður ført fram, at tað er ein rein fyrisitingarlig avgerð at seta eitt starvsfólk í starv hjá tí almenna, og hetta er eisini galdandi fyri setan av einum aðalstjóra.

- Tað er ikki ein politisk avgerð at seta ein aðalstjóra. Politisk og onnur ósaklig sjónarmið eiga ikki at verða tikin við, tá fólk verða sett í alment starv, sigur John Rajani.

Kæran hjá John Rajani er í 33 punktum, har hann hvassliga finst at teirri avgerðini, sum hevði við sær, at hann ikki fekk starvið sum aðalstjóri, hóast ein setanarnevnd hevði hann sum nummar 1 í sínum tilmæli til landsstýrismannin.

- Gongdin í hesum máli vísur, at tá ið úrslitið av teirri tilgond - sum politiska skipanin sjálv hevur sett í verk - ikki hóvaði politisku skipanini, so varð øll setanartilgondin skúgva til viks. Ikki av sakligum orsøkum, men av øðrum ósakligum orsøkum. Løgmaður broytur treytirnar eftirfylgjandi, eftir at setanarbólkurin er liðugur við sítt arbeiði, sigur John Rajani.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður