Heimatíðindi

John Petersen, fyrrverandi landsstýrismaður, deyður

(Mynd: Finnur Justinussen)

(Mynd: Finnur Justinussen)

2018-09-12 17:30 Author image
Ingi Samuelsen

Í morgun bóru boðini um, at John Petersen, fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin er deyður, 70 ára gamal. Hann doyði í Turkalandi, har hann var farin at halda 70 ára føðingardagin leygardagin 8. september saman við sínum nærmastu.

John Petersen, sum var skopuningur, er í dag meira kendur sum stovnari av byggifyritøkuni J&K Petersen, har hann var aktivur heilt fram til deyða sín.

John Petersen stovnaði felagið saman við beiggja sínum Kristiani Anfinn í 1975, men felagið bygdi á virksemi, sum pápi teirra, Karl, byrjaði, tá hann keypti sín fyrsta lastbil í 1948.

John Petersen var landsstýrismaður við fiskivinnumálum frá 1991 til 1993, og aftur frá 1996 til 1998. Hann varð fyrstu ferð valdur í løtgingið fyri Fólkaflokkin í 1988, og sat fram til 1998. Árini 1976 til 1992 var hann bygdarráðslimur í Skopun.

John Petersen var stjóri í J&K Petersen meðan fyritøkan menti seg til at vera ein av Føroya størstu entreprenørfyritøkum. Stjórauppgávan varð seinni latin soninum Stein Olvi, men John helt fram í fyritøkuni, sum arbeiðsformaður. Varð sagdur at vera tiltikin arbeiðssamur.

John Petersen var giftur Ragnhild úr Sørvági, vanliga rópt Guggan, og tey eiga børnini Stein Olv, Sissal, Elisabeth og Kari Ann.

Fyri knøppum ári síðani hevði Dimmalætting drúgva samrøðu við John Petersen. Lesi greinina her: - Eg eri nokk tað tey rópa ein arbeiðsnarkomanur

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður