Heimatíðindi

Jóhanna er einasti kvinnuligi flogfelagsstjóri í Norðurlondum

Jóhanna á Bergi (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Jóhanna á Bergi (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-09-20 10:45 Author image
Ingi Samuelsen

At føroyska flogfelagið Atlantsflog, ella Atlantic Airways, er nakað serligt, vita vit væl. Men í altjóða høpi er tað eisini tað.

Eitt heilt serligt við føroyska flogfelagnum er, at ein kvinna er ovasti leiðari. Jóhanna á Bergi, sum byrjaði í stjórastarvinum í juni 2015, sum tann fjórði av stjórunum í nú 30 ára gamla føroyska flogfelagnum.

Atlantsflog verður nú tikið fram sum eitt fyridømi, tí felagið hevur torað at seta eina kvinnu í ovasta stjórasessin.

Danski miðilin StandBy, sum skrivar einamest um flogferðslu skrivar, at vinnufelagsskapir innan flogvinnuna nú vísir á, at tað er ein trupulleiki, at tað bert er ein kvinnuligur flogfelagsstjóri í Norðurlondum og at einans trý prosent av øllum alheims flogfelagsstjórum eru kvinnur, sambært International Air Transport Association, IATA. Fyri fyritøkur annars í heimshøpi, er talið av kvinnuligum forstjórum 12 prosent.

Yvirhøvur er kvinnuligi parturin í flogfelagsleiðslunum lágur. Bert átta prosent av fíggjarstjórunum eru kvinnur og einans trý prosent av rakstrarstjórunum.

Tí roynir International Air Transport Association nú, saman við Airports Council International, Aerospace Industries Association og International Aviation Women Association, at kanna hvat orsøkin er til at so fáa kvinnur eru við í alheims flogfelagsleiðslunum, skrivar StandBy.

- Meira kann og átti at verið gjørt fyri at fáa kvinnur við í flogleiðslurnar í heimshøpi. Málið við kanningini er eitt nú at fáa greiðu á, hvørjar orsøkirnar eru til, at kvinnur ikki á sama hátt sum menn náa ovastu rókum, siga stigtakararnir av kanningini í eini fráboðan.

Tá IATA hevði aðalfund í juni mánaða, fekk felagsskapurin ábreiðslur fyri, at bert tveir av teimum 31 limunum i ovastu nevndini vóru kvinnur.

Á einum tíðindafundi aftaná, kom stjórin í Quatar Airways, Akbar Al Baker, lort í býin, tá hann sum nývaldur nevndarformaður í IATA óbeinleiðis segði, at kvinnur ikki eru egnaðar at sita í ovastu leiðslunum fyri flogfeløg. ”Quatar Airways...skal stjórnast av einum manni, tí tað er eitt krevjandi starv”, segði Akbar al Baker. Seinni mátti hann koma við umbering fyri av órættum at hava gjørt kynsmun í sínum útsøgnum, skrivar StandBy.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður