Føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen er millum teirra, sum Statens Kunstfond vil stuðla í síni list. Upphæddin er 50.000 krónur.
Tað skrivar Listaportalurin.
Statens Kunstfond hevur júst almannakunngjørt býtið av starvslønum. 790 umsóknir eru viðgjørdar, 18.575.000 krónur eru býttar út til 240 listafólk.
Føroyski listamaðurin Jóhan Martin Christiansen er ein av teimum hepnu - ella skuldu vit sagt dugnaligu - sum danski staturin hevur valt at gera íløgu í.
Jóhan Martin, sum fæst við myndlist, hevur fingið eitt sokallað arbeiðslegat. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Statens Kunstfond stuðlar honum, og hann fekk somuleiðis legat í 2015.
Yvirskipaða treytin fyri at fáa stuðul frá Statens Kunstfond er sambært lógargrundarlagnum at talan er um listarliga dygd. Tí skulu metingarnevndirnar í hvørjum einstøkum føri meta um listarligu dygdina í øllum umsóknum.
Jóhan Martin Christiansen hevur serframsýning í Listasavni Føroya í september.