Heimatíðindi

Jógvan Páll verjir tey veiku og villu

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

2018-07-01 12:03 Author image
Leif Láadal

Hann er ikki bangin fyri at siga sína meining, og heldur ikki bangin fyri at taka á seg uppgávur, ið summir advokatar hava hug at sleppa undan. Dimmalætting hevur hesaferð vitjað Jógvan Páll Lassen, advokat, sum fyri kortum fylti 67 ár


Niðanfyri er brot úr langlesnaðinum hesa vikuna, sum í sínum fulla líki kann lesast í blaðnum, sum er í sølubúðunum. Tey, sum hava Dimma+ hald, kunnu lesa greinina HER


Tað eru ikki altíð "Guds bestu børn", sum Jógvan Páll tekur sær av at verja. Hann hevur verið verji í drápsmálum, í serliga grovum harðskapsmálum og í málum, sum snúgva seg um stórar nøgdir av rúsevnum. Men hetta ávirkar ikki hansara arbeiði, tí sum hann sigur, so hava øll krav upp á fulla virðing, tá tey verða kannað og seinni koma fyri rættin.

– Vit kunnu øll koma til at gera okkurt skeivt, og tekur tú ein vanligan persón, sum hevur livað nøkur ár, og leggur tú alt tað skeiva saman, sum viðkomandi hevur gjørt í sínum lívi, so vildi tað sikkurt verið nokk til at blivið dømdur einar tríggjar mánaðir í fongsul. Skulu vit ikki hava virðing fyri hesum fólkum, sum kanska hava koyrt ov skjótt í bili einar tíggju ferðir, stjólu okkurt smávegis, tá tey vóru ung og gjørdu líknandi brot, sum ongantíð blivu meldað ella komu fram. Jú, tað skulu vit, men vit skulu samstundis eisini hava virðing fyri teimum mannalagnum, sum nú eru komnar veruliga illa fyri, og vit skulu geva teimum ta bestu og virðiligastu viðferð í kanningararbeiði og í rætti, sigur Jógvan Páll avgjørdur.

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður