Uttanlands

Jeanne Fjorback um kvinnur og handverk: Tær verða ovfarnar av, hvussu lætt tað er

Jeanne Maria Fjorback eggjar øllum kvinnum at taka borin í egnar hendur (Mynd: Handywoman2woman DIY á Facebook)

Jeanne Maria Fjorback eggjar øllum kvinnum at taka borin í egnar hendur (Mynd: Handywoman2woman DIY á Facebook)

2019-03-04 19:37 Author image
Turið Justinussen

Hóast siðbundnir kynsleiklutir eggja monnum at taka sær av húsligum handverki, ber tað avgjørt eisini til hjá kvinnum at verða dugnaligar handverkskvinnur við hús. Í lítla býnum Hjortshøj norðanfyri Århus, kunnu kvinnur nevniliga luttaka á einum sokallaðum “ger tað sjálv"-skeiði í handverki

Á handverkaraskeiðinum læra kvinnurnar at smíða, handfara eitt skrúvublað, klippa ein leidning og annars royna øll amboð, ið vanliga eru í einum amboðskassa. 

Hóast einki kvennkynsorð enn finst fyri enska orðið "handyman” ella tað føroyska “handamaður”, er stigtakari og sjálvlærda handverkskvinnan, Jeanne Maria Fjorback sannførd um, at allar kvinnur burdu lært seg einfalt handverk, tí tað krevur lítið meira enn virkisfýsni, og at kvinnur eru avgjørt førar fyri at taka sær av smærri handverksligum uppgávum við hús:

- Sjálvandi eru tær tað, tað er bara ikki altíð tær vita tað, sigur Jeanne Maria Fjorback í telefonsamrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Fleiri hava hug at taka sær av slíkum uppgávum sjálvar, men av tí, at tær áður ikki eru slopnar ella altíð hava havt ein pápa ella maka at gera tað fyri seg, vita tær ikki hvussu tær skulu gera. Um tær ongantíð hava roynt tað áður, tora tær kanska ikki at bora eitt hol í teirra egnu, nýggju hús.

Tá heldur Jeanne Maria Fjorback, at tað kann vera gott, um tær fyrst sleppa at royna seg á einum byrjunarskeiði í handverki. 

- Tær verða ovfarnar av, hvussu lætt tað faktiskt er. "Var hatta tað?" spyrja tær, og tað er ein fragd hjá mær at merkja, at eg soleiðis kann hjálpa teimum at koma í gongd, tí tað krevur einki at bora eitt hol, greiður Jeanne Fjorback frá. 

Sjálvlærd handywoman
Í 2006 keypti Jeanne Maria Fjorback eini hús, sum hon saman við pápanum umvældi og setti í stand. Síðani, fyri áleið tíggju árum síðani, keypti hon eitt deyðsbúgv, sum somuleiðis tørvaði eina góða, hegniga hond. Soleiðis lærdi hon at handfara ymisk amboð og tól, og varð sjálv før fyri at loysa smáar handverksligar uppgávur. 

- Eg orðnaði viðhvørt okkurt fyri vinkonurnar, og ein teirra segði so einaferð við meg: "Tú skalt verða handywoman". Eg hevði øll amboðini og hugin og hugsaði tískil, at tað kundi verið stuttligt at roynt. 

Jeanne Maria Fjorbak starvaðist sum sølukvinna fyri Carlsberg í áleið 20 ár, áðrenn hon í 2015 stovnaði sína egnu handverkarafyritøku. Hon koyrir nú dagliga út til fólk at hjálpa teimum við ymsum handverki:

- Eingin ringir eftir einum handverkara til at heingja tvær myndir upp ella eina hill. Slíkar uppgávur átaki eg mær, sigur Jeanne Fjorback og greiðir frá, at tað aloftast eru kvinnur, sum ringja til hana, og eitt nú dáma eldri kvinnur væl at fáa eina kvinnu heim at hjálpa sær.

[object Object]Jeanne Maria Fjorback til arbeiðis. (Mynd: Handywoman2woman DIY á Facebook)

Kvinnurnar sleppa at spyrja býttar spurningar
Á skeiðinum hjá Jeanne Maria Fjorback tora kvinnurnar at spyrja býttar spurningar og viðganga, at tær til dømis fyrr hava roynt at bora eitt hol, men at hetta kanska ikki eydnaðist teimum so væl. 

- Timburhandlar hava líknandi byrjunarskeið í handverki, men tað er aloftast við einum manni sum undirvísara, og tað gerst kortini ov torgreitt, sigur Jeanne Maria Fjorback og skoytir uppí:

- Eg læri ikki kvinnurnar at skifta ein krana, men heldur, hvussu tær skulu skifta pakning og filtur á einum. Altso okkurt, sum tær koma at brúka.  

[object Object]
15 kvinnur, ið júst hava verið á "ger tað sjálv"-skeiði í Hjortshøj hjá Jeanne Maria Fjorback, sum situr mitt fyri (Mynd: handywoman.dk)

Skeiðið er í tveir tímar og aftaná fáa kvinnurnar eitt ljósareytt váttanarskriv við sær heim sum prógv uppá, at tær nú eru til reiðar at taka sær av einføldum handverksligum uppgávum. 

Í fjør høvdu tilsamans fleiri enn 1.000 kvinnur verið á handverkaraskeiði hjá Jeanne Maria Fjorback síðani hon byrjaði, og longu nú eru bert fá pláss eftir til skeiðini í vár. 

- Økta uppmerksemið hevur økt eftirspurningurin samsvarandi, greiðir Jeanne Fjorback frá, sum fegnast um, at alsamt fleiri kvinnur eru fúsar at bretta sær upp ermar og sjálvar fara í holtur við ymsar handverksligar uppgávur.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður