Kjak

Javnstøða kann vera so mangt

2020-01-31 08:57 Author image
Emil Jacobsen

Í vikuni varð nýggj javnstøðunevnd mannað, og sum nýggja forkvinnan í nevndini vísir á í blaðnum hesaferð, hevur samfelagið brúk fyri báðum kynunum.

Tað er rættiliga sjálvsagt, men av størri týdningi er, at bæði kyn hava somu kor og somu møguleikar, bæði tá tað ræður um arbeiðslív og lívsviðurskifti annars.

Tað tykist sum um tað eru rættiliga nógvar meiningar, og kanska eisini misskiljingar, um, hvat javnstøða í veruleikanum er fyri nakað. Men sannleikin er, at javnstøða kann vera so mangt. Sumt av tí, vit vanliga tosa um í sambandi við javnstøðu, átti at verið sjálvsagt í einum framkomnum samfelag – til dømis sama løn fyri sama arbeiði, óansæð hvat kyn viðkomandi hevur, og til dømis at bæði kyn hava somu atgongd til størv og útbúgvingar.

Tá tað er sagt, eiga vit heldur ikki at stremba eftir at strika allar munir millum kvinnur og menn. Tað eru summi ting, vit lívfrøðiliga ikki kunnu renna frá, eitt nú at menn sum heild eru likamliga sterkari enn kvinnur og tí eru betur egnaðir til ávís arbeiði. Tað er ikki av tilvild, at flestu starvsfólk umborð á einum línubáti eru mannfólk, eins og tað heldur ikki er av tilvild, at flestu sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður og onnur størv, sum hava við umsorgan at gera, eru kvinnur.

Javnstøðan skal tryggja, at bæði kyn í so stóran mun sum gjørligt hava somu atgongd til somu størv og til somu løn – hon skal ikki tryggja, at helvtin av eini trolaramanning eru kvinnur.

Tað skerst tó ikki burtur, at á javnstøðuøkinum í Føroyum, eins og aðrastaðni, eru tað kvinnurnar, sum halta mest aftaná. Flestu javnstøðuspurningar snúgva seg tí púra sjálvsagt um, at kvinnurnar eru fyri vanbýti, men treyðugt so kunnu menn eisini kenna seg fyri vanbýti í javnstøðuviðurskiftum, eitt nú í sambandi við páparættindi.

Í nógvum førum hevur vantandi javnstøðan sín uppruna í fastgrónum siðum og vanum, sum enn ikki eru broyttir, men sum hoyra eini aðrari tíð til.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður