Heimatíðindi

Javnaðurin bløðir – Fólkaflokkurin vinnur

(Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Tilvildarlig savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-19 11:55 Author image
Ingi Samuelsen

Tendensurin er greiður – Fólkaflokkurin stendur til at gerast tann heilt stóri vinnarin og Javnaðarflokkurin stendur at gerast taparin á komandi løgtingsvali.

Veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi fyri Portalin sunnudagin vísir, at Fólkaflokkurin gerst nógv tann størsti flokkurin og vinnur seg upp á átta tingsessir.

Hetta er ein tendensur, sum hevur verið at sæð í fleiri veljarakanningum, ið eru gjørdar síðan seinasta løgtingsval.

Vit hava kavað niður í kanningarnar, sum Portalurin hevur fingið gjørt. Í september 2016 gjørdi Gallup eina kanning fyri Portalin. Úrslitið av henni gav ikki ta stóru broytingina. Tá var tað bara Sambandsflokkurin, sum gekk fram við einum prosentstigi, meðan Fólkaflokkurin gekk eitt lítið vet aftur, meðan Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi mistu nakað, men ikki so mikið, at tað ávirkaði tingsamansetingina.

Einasta broytingin sambært teirri kanningini var at Sambandsflokkurin hevði vunnið ein tingsess, og tikið hann frá Nýggja Sjálvstýri, sum flokkurin æt tá. Eitt sindur paradoksalt, tí Sjálvstýrið gekk vet fram í kanningini.

Í kanningini, sum Fynd so gjørdi fyri Portalin í vár, fyrst í apríl mánaði, var meira greitt, at Fólkaflokkurin kundi síggja fram til at fáa eitt gott val. Her fór flokkurin upp á 22 prosent og gjørdist størsti flokkur og vann ein tingsess. Í dag fer hann so víðari upp á 24,6 og fær enn ein tingsess, so fólkafloksumboðanin kemur upp á átta.

Fyri flokkin hjá løgmanni, Javnaðarflokkin, hevur gingið stútt aftur á bakka síðan valið, tá flokkurin fekk eitt stak gott val og 25,1 prosent, meira enn fjórðu hvørja atkvøðu. Eitt ár eftir valið vísti Gallupkanningin 24,2, í vár 21,7 og nú er Javnaðurin tódnaður niður á 20,5 prosent og 7 tingsessir.

Eisini Tjóðveldið er tódnað stútt í veljarakanningunum. Úr 20,7 prosentum á valinum, niður á 20,5 í veljarakanningini eitt ár seinni, til 19,2 í vár og 18,9 nú.

Sambandsflokkurin hinvegin tykist at hava mist væntaða vøksturin, ið veljarakanningarnar annars hava víst á. Flokkurin gjørdist bert fjórstørstur á valinum 1. september 2015 við 18,7 prosentum av atkvøðunum. Gallupkanningin árið eftir vísti 19,7 prosent, og Fynd-kanningin í vár enn meira vøkstur upp á 21 prosent, men nú sær gongdin út til at venda, tí í spyr.fo-kanningini er listi B komin niður á 20,4 prosent, men stendur framvegis at fáa 7 tingsessir, ein meira enn nú.

Hjá smáu flokkunum er meira skiftandi. Eitt ár eftir løgtingsvalið – tá koyrdi kjakið um hjúnabandslógina í hæddini – hevði Miðflokkurin munandi framgongd upp á 7,2 prosent. Minkaði so niður á 6,3 í vár og víðari niður á 5,8 prosent í nýggjastu kanningini. Miðflokkurin hevur tó alla tíðina staðið til at fáa tveir tingsessir.

Hjá Framsókn hevur eisini gingið upp og niður. Eitt ár eftir valið hevði flokkurin mist meira enn eitt prosentstig í mun til valið, fyri so at vinna seg upp á 7,1 prosent í Fynd-kanningini í vár. Nú er flokkurin á 6,2 prosentum, og tað er minni enn á seinasta vali. Fynd-kanningin í apríl gav Framsókn ein triðja tinglim, og tað bjargaði samgonguni frá at missa meirilutan – so at siga – í teirri kanningini. Nú er aftur stanton, hvat tingumboðan viðvíkur.

Hjá Sjálvstýri hevur eisini gingið upp og niður. Eitt ár eftir valið stóð flokkurin til eina framgongd, men til at missa ein tingsess. Í Fynd-kanningini í vár vann flokkurin ikki upp um tinggáttina og misti báðar sínar tinglimir – hetta fekk stóra ávirkan á úrslitið av teirri kanningini. Nú stendur flokkurin til at náa tinggáttina, men bert við einum tinglimi.

Sí nýggjastu veljarakanningina her 

Veljarakanning 6. apríl 2018 

Veljarakannina 9. september 2016

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður