Heimatíðindi

- Arbeiða fyri, at sálarligur harðskapur verður kriminaliseraður

Aksel V. Johannesen løgmaður og flokksformaður fyri Javnaðarflokkin. Mynd: j.fo

Aksel V. Johannesen løgmaður og flokksformaður fyri Javnaðarflokkin. Mynd: j.fo

2019-07-18 13:32 Author image
Hergeir Staksberg

Í samband við eina greinarøð um sálarligan harðskap, hava vit spurt politisku flokkarnar í Føroyum, um revsingin fyri sálarligan harðskap eigur at javnsetast við likamligan harðskap

Les svarið hjá Javnaðarflokkinum niðanfyri:

- Vit vilja takka Dimmalætting fyri at viðgera eitt slíkt álvarsmál, sum tað higartil í ov stóran mun hevur valdað tøgn um. Tað er gott, at tit taka hetta evni upp, tí sálarligur harðskapur rakar nógv fólk, bæði vaksin og børn.

- Í Javnaðarflokkinum hava vit ikki viðgjørt hendan spurning sum samlaður flokkur, men sum heild eru vit fyri, at tað verður ásett í lóg, at sálarligur harðskapur eisini er revsiverdur, í sama mun sum likamligur harðskapur. 

- At sálarligur harðskapur kann vera ringur at prógva er ikki ein nóg haldgóð grund til, at sálarligur harðskapur ikki verður revsiverdur í sama mun sum likamligur harðskapur. Javnaðarflokkurin ynskir at arbeiða fyri broyta lógina, so at sálarligur harðskapur verður kriminaliseraður sjálvstøðugt.


Onnur øki sum krevja bata

- Sum tit á Dimmalætting vísa á í greinarøðini, eru tølini fyri sálarligan harðskap ein vaksandi trupulleiki, ella kanska er støðan heldur tann, at fólk í størri mun nú eru farin at seta orð á og gera vart við, at tey uppliva sálarligan harðskap, sum neyvan er nakað nýtt fyribrigdi.

- At kvinnur við fremmandari bakgrund eru yvirumboðaðar í Kvinnuhúsinum millum tær, sum hava verið fyri sálarligum harðskapi, er enn ein orsøk til, at vit mugu hava eitt gott og miðvíst integratiónsarbeiði í gongd, sum skal viðvíkja øllum pørtum av samfelagnum

- Og vantandi tilboð til menn, ið eru fyri sálarligum harðskapi, er sjálvsagt heldur ikki nóg gott. 

- Vit vita, at í forholdum, har likamligur harðskapur fer fram, er eisini ofta sálarligur harðskapur, men at eingin revsing er fyri sálarligan harðskap, tí hesin er óítøkiligur og torførur at prógva. 


Istanbulsáttmálin ikki galdandi í Føroyum

- Eisini vita vit, at í Danmark hava 97 prosent av teimum, sum koma á kreppuheim, upplivað sálarligan harðskap, meðan 80 prosent hava upplivað likamligan harðskap. 

- Istanbul-sáttmálin er altjóða sáttmáli hjá Europaráðnum, við tí endamáli at basa øllum sløgum av harðskapi móti kvinnum. Sálarligur harðskapur er nevndur í § 33 í sáttmálanum. Istanbul-sáttmálin er í gildi í Danmark, men ikki í Føroyum.

[object Object]
Kristianna setti sálarligan harðskap á dagsskrá

- Í sambandi við, at altjóða dagin at stríðast móti harðskapi móti kvinnum, sum er 25. november, setti tingkvinna okkara Kristianna Winther Poulsen júst sálarligan harðskap á politiska dagsskrá. Sí henna fyrispurning og svar frá løgmanni HER 

- Eisini hevur Kristianna Winther Poulsen verið í sending á R7 um júst sálarligan harðskap. Hoyr sendingina HER  

- Fyri at taka samanum hevur flokkurin ikki viðgjørt málið samlað, men vit vilja arbeiða fyri, at sálarligur harðskapur verður kriminaliseraður sjálvstøðugt, sum tað er gjørt í øðrum londum í Vesturheiminum, eisini í Danmark. 

Les um føroysku Helenu, sum upplivdi sálarligan harðskap í 8 ár HER 

Les um eyðkennini hjá mannfólki, sum fremja harðskap HER

Les um 370 fráboðanir um sálarligan harðskap í 2018 HER

Les um, at kvinnur sum flyta til Føroyar eru oftari úti fyri harðskapi HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður