Jarðskjálvti skelkar Italia

2016-08-24 11:33 Author image
Dimma

Í minsta lagi 37 eru deyð, og 150 saknað, eftir at ein jarðskjálvti rakti Italia í nátt. Tað skrivar BBC. Ógvuliga óvist er tó enn, hvussu nógv eru deyð og saknað eftir skjálvtan. 

Nógv av teimum deyðu vóru í bygdini Pescara del Tronto, sum varð javnað við jørðina, og býurin Amatrice varð somuleiðis hart raktur.

Jarðskjálvtin rakti klokkan hálvgum tvey í nátt, einar 100 kilometrar í ein landnyrðing úr Rom. Bygningar í høvuðsstaðnum skulvu í eini 20 sekund, við tað at skjálvtin rakti markið millum Umbria, Lazio og Le Marche. Skjálvtin merktist úr Bologna har norðuri til Naples har suðri. Eini 80 eftirskjálvtar hava verið síðan í nátt.

Støðan er ræðuligt, siga vitni. Leitað verður eftir fólkum í húsaleivdum, har fólk hoyrast rópa eftir hjálp. Myndirnar eru frá býnum Amatrice.

Italia liggur soleiðis fyri, at vandin fyri jarðskjálvta er lutfalsliga stórur. Og tá ið skjálvtarnir koma, kunnu teir verða rættiliga ógvusligir, oman fyri 6 á Richter-stiganum. Jarðskjálvtin í býnum Aquila í 2009 kravdi soleiðis 309 mannalív, og fleiri túsund fingu skaða, umframt at bygningar vóru lagdir í oyði.

Orsøkin er, at pláturnar í jørðini spakuliga skumpa Afrika móti Evropa, og tað skapar samanstoytir í ávísum støðum. Mið-Italia liggur beint í einum slíkum øki, og tí eru skjálvtarnir harðir, tá ið illa vil til.

Í løtuni eru nógvir eftirskjálvtar í økinum, og tí er óttin stórur. Eftirskjálvtar eru sum veruligir jarðskjálvtar, og onkrir eru máldir oman fyri 5 á Richter. Eftirskjálvtar kunnu vera í fleiri dagar.



placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður