Jarðskjálvtin í Italia er av teimum ringastu

2016-08-25 07:56 Author image
Dimma

Fleiri túsund bjargingarfólk stríðast enn við at leita eftir fólkum, sum eru fangað í húsaleivdunum eftir harða jarðskjálvtan í Mið-Italia í gjár.

BBC skrivar, at í minsta lagi 247 eru deyð, og framvegis eru nógv undir leivdunum av býunum Amatrice, Accumoli og Pescara del Tronto upp í fjøllunum í Mið-Italia.

Leitingarnar eftir fólkum helt á í alla nátt, tá ið ein harður eftirskjálvti risti teir longu skaddu bygningarnar. Fleiri 4.300 bjargingarfólk brúka tunga útgerð og sínar egnu hendur til at hjálpa so nógvum sum gjørligt.

Nógv av offrunum eru børn, siga myndugleikarnir, sum vænta at tølini kunnu vaksa nakað enn.

Jarðskjálvtin rakti Mið-Italia, einar 100 kilometrar úr Rom, mikumorgunin klokkan hálvgum fýra italska tíð. Hetta er ringasta jarðskjálvtin í Italia síðan 2009, tá ið yvir 300 fólk doyðu.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður