Jan Lamhauge er tilnevndur journalistheiðursløn

Jan Lamhauge er tilnevndur journalistheiðursløn

2017-11-09 13:22 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpinum, er blivin tilnevndur til heiðurslønina, Aalund Erhvervsjournalistpris. Tað upplýsa fleiri miðlar.

Jan Lamhauge er ein av fimm tíðindafólkum í alt, ið eru blivin tilnevnd til hesa heiðursløn. Heiðurslønin bleiv fyrstu ferð handað í 2015.

Tað er serliga tað gravandi arbeiðið Jan Lamhauge gjørdi, í samband við skattamálið í Eik Banka (í dag Betri Banki), sum hevur gjørt, at hann er tilnevndur hesa heiðursløn. Nevdin, ið hevur valt út tey tilnevndu, sigur, at tað var ein framúrskarandi dokumentarur um ein ovurstóran, ólógligan skattafrádrátt.

Nevndin leggur dent á, at hetta er flott journalistiskt handverk, ið vísir dirvi og arbeiðssemi. Arbeiðið hjá Jan Lamhauge svarar til, í stødd og vavi, at fara í krovið á einum av teimum størstu donsku fyritøkunum í Danmark.

Nevndin ið hevur valt út tey fimm tilnevndu til ársins heiðursløn, eru:

  • Lisbeth Knudsen, direktør og chefredaktør Mandag Morgen
  • Henrik Tüchsen, redaktionschef Watch Medier
  • Lars Løcke, erhvervsjournalist Nordjyske Medier
  • Solveig Bjørnestad, P1 Business vært, DR
  • Jens Chr. Hansen, redaktør Berlingske Business
  • Simon Kirketerp, penge- og Invest redaktør Børsen

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður