Heimatíðindi

Jákup Davidsen um tricking: "Nógvir av teimum allar bestu eru byrjaðir við eini havatrampolin"

2019-01-08 12:29 Author image
Turið Justinussen

Leygardagin 19. januar hevur Føroya Fólkaháskúli verkstovu í tricking. Undirvísarin er 25 ára gamli Jákup Davidsen úr Runavík, sum eftir at hava gjørt reiðsskapsfilmeik í tíggju ár, í 2010 fór í holt við tricking

Tricking er ein samanseting av fimleiki, breakdance og stríðsítrótti. Tað verður allýst sum ein rørslulist, har tað snýr seg um at gera sjónbær vøkur lop.

Tricking er uttan hjálparamboð og minnur um Le Parkour, men mótsatt Le Parkour, snýr Tricking seg ikki um at hoppa, klatra ella á annan hátt koma frá einum staðið til annan, men um at síggja møguleikar í at gera vøkur triks á sløttum grundvølli.

- Í tricking ger man høg spørk og skjót, samansett lop. Tað kann til dømis vera loftlop við einbeintum avsetti, har man lendir á øðrum beininum og fer síðani runt aftur eina ferð afturat ella vatnrættar skrúvur, sigur Jákup Davidsen í samrøðu við Dimmalætting.

Um stílin í tricking, sum er nøkunlunda fríur, sigur hann soleiðis:

- Í fimleiki skal man eitt nú hava strekt bein og strektar bibbur, og í tricking eru eisini nøkur føst krøv til triksini, men man avger í stóran mun sjálvur, hvat man ger. Tað verður góðtikið, um tað sær kul út.

Jákup Davidsen metir tó, at fortíð hansara sum fimleikari er ein fyrimunur.

Dirvi, ágrýtni og atletikkur
Eftir tíggju ár sum fimleikari, fór Jákup Davidsen í holt við at læra seg tricking. Tað var eftir at hava sæð eitt filmsbrot á netinum:

- Eg sá eitt tricking-filmsbrot á Ekstra Bladet av Razz frá songkappingini, MGP. Hann var mín fyrimynd sum barn og var nú blivin ein trickari í heimsklassa. Harfrá byrjaði eg fyrst spakuliga at gera Le Parkour við vinmonnunum í takt við, at eg hugdi meira og meira at slíkum filmsbrotum. Og Razz er í dag blivin ein vinmaður.

Síðani Jákup Davidsen byrjaði, er hann vorðin partur av danska trickingliðnum, True Tricks, sum hava skipað fyri verkstovum og millum annað verið við í kappingini, Talent, framført í Den Kongelige Opera í Keypmannahavn og aðrastaðni kring Danmark, í Týsklandi og í SMS í Føroyum. Umframt at undirvísa í tricking, hevur Jákup Davidsen framført fyri krúnprinsaparinum og virkað í tónleikasjónbondum og lýsingum.

Spurdur um, um tricking er fyri øll, svarar Jákup Davidsen soleiðis:

- Nógvir av teimum allar bestu eru byrjaðir við eini havatrampolin. Tað einasta, ið krevst er, at man torir væl, er eitt sindur atletiskur og ágrýtin. Tað er lætt at læra tað grundleggjandi, men skjótt skal man gera meira krevjandi triks.

Jákup Davidsen er, honum kunnigt, tann einasti í Føroyum, sum íðkar tricking á hægri støði, og hann hevur ongar ætlanir um at gevast:

- Eg ætli mær at gera tað so leingi, eg kann og tími.

[object Object]

Tricking vinnur fram
Tricking, og onnur sløg av tílíkari rørslulist, er reiðiliga nýtt, men er við at vinna fram. Millum annað hevur Aalborg Kommuna og DGI Nordjylland í samstarvi við eitt trickinglið, Project JUMPoff, gjørt ein film, ið virkar sum ein øðrvísi rundsýning av býarøkinum í Aalborg. Filmurin sæst her.

Hóast tricking enn er mongum ókent í Føroyum, er áhugin vaksandi serliga í Runavík, har Jákup Davidsen undirvísir einum liði hjá Støkk við heili 30 børnum í aldrinum 10 til 14 ár. Eisini undirvísir hann einum liði hjá HF í Havn, har tíggju í aldrinum 10 til 27 eru tilmeldaði.

Á verkstovuni hjá Fólkaháskúlanum leygardagin 19. januar, er undirvísingin í tricking, sum vanliga gongur fyri seg í fimleikahallum, ið eru útgjørdar við mottum og madrassum, tillagað umstøðunum. Har fær ein høvi at læra ymiskar grundleggjandi trickingrørslur og síðani seta tær saman til eina seriu.

[object Object]

Tað ber til at fylgja við á Instagram, har Jákup Davidsen javnan leggur nýggj tricking-filmsbrot út á profilin hjá sær.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður