Heimatíðindi

Jákup Dam: "Tað er ein tænasta fyri fólk, ið somuleiðis skal minka um ferðsluna"

(Mynd: Privatmynd)

(Mynd: Privatmynd)

2019-01-23 11:45 Author image
Turið Justinussen

Áðrenn kommunala bussleiðin verður boðin út av nýggjum í 2020, skal hon umskipast, og skjótt verður greitt, hvat umskipanin heilt ítøkiliga kemur at hava við særJákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, miðar ímóti einum øktum túratali og eini bussleið, ið eisini umfatar vikuskiftið

Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu játtar, at í løtuni verður arbeitt miðvíst við eini umskipan av bussleiðini til tess at betra hana. Men av tí, at málið enn ikki er liðugt viðgjørt politisk, fær Jákup Dam ikki sagt, júst hvør ætlanin er.

Hann letur tó frætta, at ein týðandi liður í ætlanini er eitt økt túratal, ið eisini umfatar vikuskiftið.

- Vit kunnu staðfesta, at tað gerast fleiri og fleiri bilar, og eg meini, at tað verður orða so í samgonguskjalinum, at bussleiðin skal vera eitt alternativ til bilin. Tað vil siga, at tú skalt kunna lata bilin standa og ístaðin taka buss hvønn dag. Men koyrir hann ikki hvønn dag, er tað jú ein trupulleiki, sigur Jákup Dam og greiðir frá, at ætlanin at umskipa bussleiðina sostatt er bæði tænastu- og umhvørvissinnað.

- Tað er ein tænasta fyri fólk, ið somuleiðis skal minka um ferðsluna, sigur hann í samrøðu við Dimmalætting. 

Ein annar fyrimunur, Jákup Dam nevnir er, at tað er nógv meira praktiskt, at fólk ikki rinda fyri busstúrin. Orsøkin er, at tað er ómaksleyst hjá bussførarum, og skipanin er lættari at umsita.

- Tað hevur verið nógv kjakast um, um fólk eitt nú skulu hava okkurt slag av korti at vísa fram, tá tey stíga umborð, og um ferðafólk eisini skulu kunna gera sær dælt av ókeypis bussleiðini. Eina loysn hesum viðvíkjandi, ætla vit at finna saman við veitarum í ferðavinnuni.

- Tilgongdin er eitt sindur sum telving, men tað verður heilt skótt greitt, hvat man politiskt kann semjast um, letur Jákup Dam at enda frætta og skoytir uppí:

- Vónandi fáa vit eina betraða bussleið við teirri høvuðsbroyting, at hon eisini umfatar vikuskiftið.

[object Object]

Eisini frítt aðrastaðni
Aðrastaðni royna tey seg eisini við skattafíggjaðum almennum fólkaflutningi. Eitt nú í Tallinn, høvuðsstaðnum í Estlandi, har fólk, búsitandi í býnum og við hvør sínum grøna korti, frítt kunnu nýta bussar, tok, sporvogn og annan almennan fólkaflutning.

Týskland hevur ætlanir um at royna seg við ókeypis almennum fólkaflutningi til tess at tálma luftdálkingini, og somuleiðis hevur endurvalda samgongustjórnin í Luxembourg við forsætisráðharra, Xavier Bettel á odda, ætlanir um at innføra eina ókeypis almenna fólkaflutningsskipan komandi summar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður