Uppskot til Ársins Íverkseta

2017-03-09 18:28 Author image
Sigmund Vang

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar: Ársins Íverkseti, Ársins Innovatión og Ársins Íløga.

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi hevur víst góð fíggjarlig úrslit hevur givið øðrum íverksetum íblástur.

Freistin at koma við tilnevningum er til og við 21. mars 2017. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan@iverksetan.fo.

Ársins Íverkseti í fjør var Polar Films Entertainment. Tað eru teir báðir ungu havnamenninir Andres Jacobsen og Brian Samson, sum hava bygd teirra íverksetan upp frá botni av, og hava megnað tað truplasta kynstrið av øllum, nevnliga at fáa góðan búskap í virksemið.

Ársins Innovatión fekk Bakkafrost fyri teirra nýskapan, at baða alilaksin í feskvatni við brunnskipinum Hans á Bakka. Í fjør var eisini var ein serlig heiðurløn latin til Eysturskúlan fyri teirra stóra og týdningarmikla arbeiði teir gera til frama fyri íverksetan í fólkaskúlanum.

Í ár verður Ársins Íverksetaradagur hildin 31. mars kl 10.00 í Østrøm í Tórshavn.

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður