Heimatíðindi

Ivasamt viðlíkahald

2018-12-17 13:16 Author image
Turið Justinussen

Skipað eftirlit er ikki við øllum hjartastartarum í Føroyum, og tí er vandi fyri, at hann ikki riggar, tá tørvur er á honum

Danska tíðindasíðan, dr.dk skrivaði herfyri, at ein kann koma út fyri, at  hjartastartarin er avløddur, tá ein veruliga hevur tørv á honum, tí stovnar, fólk og fyritøkur ofta ikki eru varug við, at teir skulu viðlíkahaldast, og at battaríini javnan skulu skiftast.

Jens Flensted Lassen, danskur hjartalækni og formaður fyri Dansk Råd for Genoplivning, sigur í samrøðu við dr.dk, at ótti tískil er fyri, at hjartastartarir runt í Danmark ikki verða viðlíkahildnir og tískil ikki megna at kveikja lív aftur í fólk, eftir hjartasteðg, sum júst er endamálið.

Eitt battarí í einum hjartastartara heldur í miðal í fýra ár. Neyðugt er tískil við regluligum eftirlitið, so vandi ikki er fyri, at hjartastartarin brádliga er avløddur, tá á stendur.

Støðan í Føroyum
Føniks P/F er ein av veitarunum av hjartastartarum í Føroyum.

Við keypi av einum hjartastartara, bjóðar Føniks eftirlit og viðlíkahald sum eina pakkaloysn, og sambært Bárði Simonsen, stjóra í Føniks, ynskja tey flestu hesa eftirlitsavtalu.

- Tað er tó ikki altíð sama fyritøka, ið hevur selt hjartastartaran, sum hevur eftirlit við honum, greiðir Bárður Simonsen frá. 

Føniks hevur í løtuni einar hundrað hjartastartarar, tey hava eftirlit við.

Eyðbjørg Højgaard, ið stendur fyri sølu og innkeypi hjá Føniks, sigur soleiðis við Dimmalætting: 

- Vit hava eina slíka eftirlitsavtalu við nógvar kundar. Avtalan inniber, at vit eru úti eina ferð um árið og kanna um pads og battarí er í lagi. 

Tað eru tó summir kundar, ið ynskja sjálvi at hava eftirlit við hjartastartaranum:  

- Tað man kanska so sær, er at tað ikki verður fylgt upp uppá, leggur Eyðbjørg Højgaard afturat.

Á heimasíðuni, hjartastartari.fo, kanst tú umframt at lesa um, hvussu ein hjartastartari riggar síggja, hvar teir ymisku hjartastartararnir í Føroyum eru, hvør hjartastartari er tættast við, og um hesin er atkomuligur. 

Á almennum fyrstihjálparskeiði, ið Reyði Krossur skipar fyri fýra ferðir um árið, kanst tú millum annað læra hjartamassagu við hjartastartara.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður