Ísraelski forsætisráðharrin eggjar EU til, at viðurkenna Jerusalem

Mynd: epa.eu

Ísraelski forsætisráðharrin eggjar EU til, at viðurkenna Jerusalem

2017-12-11 14:28 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað skapti rumbul og øði kring heimin, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, herfyri lýsti Jerusalem sum høvuðsstaðin í Ísrael. Býurin hevur stórt virði fyri bæði muslimsku, jødisku og kristnu trúarlæruna, og er býurin eisini, sambært altjóða avtalu, sagdur at vera høvuðsstaður fyri bæði Ísarel og Palestina.

Tað vakti tískil nógvar kenslur, tá Donald Trump viðurkendi Jerusalem sum ísraelskan høvuðsstað, burturav. Í Libanon fóru ógvuslig mótmæli fram í høvuðsstaðnum, Beirut, frammanfyri amerikansku sendistovuni. Somuleiðis mótmæltu fólk í túsundatali frammanfyri amerikansku sendistovuni í Jakarta, í Indonesia.

Í gjárkvøldið bleiv eisini sagt frá, at tann jødiska synagogan í Gøteborg í Svøríki, bleiv álopin við bensinbumbum. Tó eydnaðist tað ikki, hjá álopsfólkunum, at seta eld á synagoguna.
Mett verður, at hetta álopið eisini er tengt at øðini um at gera Jerusalem til Ísraelskan høvuðsstað.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er í Evropa-tinginum í morgun, og talar fyri, at evropeisku londini eisini viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstaðin í Ísrael. Hann sigur, at ein slík viðurkenning er ein treyt fyri at uppnáa frið í Miðeystri. "Friður er bygdur uppá veruleikan, og friður er treytaður av, at viðurkenna veruleikan", sigur hann. Hann heldur, at tíðin er búgvin til, at viðurkenna tann jødiska statin, og at hann hevur ein høvuðsstað, ið eitur Jerusalem.

Uttanríkisráðharrin í ES sigur tó áður sagt, at ES fer at halda seg til ta atljóða avtaluna, ið fyrr er gjørd, ið viðurkennir at Jerusalem er høvuðsstaður fyri bæði Palestina og Ísrael.


 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður