Uttanlands

Ísland fær sína fyrstu battaríriknu ferju

Fyritøkan, Polarkonsult í Harstad í Noregi hevur sniðgivið fyrstu battaríriknu ferjuna í Íslandi við plássi fyri 75 bilum og 550 ferðafólki. (Mynd: Polarkonsult)

Fyritøkan, Polarkonsult í Harstad í Noregi hevur sniðgivið fyrstu battaríriknu ferjuna í Íslandi við plássi fyri 75 bilum og 550 ferðafólki. (Mynd: Polarkonsult)

2019-02-25 08:45 Author image
Turið Justinussen

Noreg fekk sína fyrstu battaríferju í 2015, og Ísland hevur júst bílagt sína fyrstu. Tað skrivar tu.no herfyri

Talan er um eina 70 metrar langa ferju, ið skal ferðast í veðurbarda strekkinum millum Landeyjahöfn á meginlandinum og Vestmannaoyggjarnar. Hetta er ein siglingarleið á 13 kilometur, sum svarar til sjey fjóðringar, ið fer fer at taka nýggju ferjuni 45 minuttir. Hon fer at kunna sigla 3.600 túrar árliga.  

Ferjan verður útgjørd við einum battarípakka við 3 MWh frá Corvus og verður lødd við 2,5 MW umvegis eitt Stemmann LV løðitorn (lágspenningur). Løðitíðin er 30 minuttir.

Ferjan fer tó at hava ein dieselgenerator frá MTU sum trygd, um veðrið onkuntíð er serliga ringt.

Norskir útvegarir
Tað er tøknifrøðiliga vinnufelagið, ABB í Noregi, sum hevur gjørt sáttmálan við strandar- og samferðsluverkið í Íslandi. ABB veitir ferjuni generatorar, transformatorar og eina elektriska orkuskipan við battarígoymslu. Ferjan verður knýtt at Ability, ið er ein deild hjá ABB við fjareftirliti og dátugreining fyri telduhjálp og fyribyrgjandi viðlíkahaldi og ráðgeving.

Tað er norska fyritøkan, Corvus, ið veitir ferjuni battaríini, og Rolls-Royce veitir henni bógskrúvurnar. Polarkonsult í Harstad í Noregi hevur sniðgivið ferjuna, ið verður bygd í skipasmiðjuni, Crist, í Póllandi. 

Skilabesta loysnin
Stjórin í flotadeildini í strandar- og vegamálum í Íslandi, Sigurdur Gretarsson, sigur í einum tíðindaskrivi, at tøknin hjá ABB loysir trupulleikarnir við sniði og útgerð.

– Loysnin hjá ABB veitir nokk av orku til at sigla trygt í ringum sjógvi, samstundis fáa vit mest burtur úr rakstrinum við minimalari dálking, sigur Sigurdur Gretarsson.

ABB hevur ment eina javnstreymsskipan til skip, ið kallast Onborar DC Grid, sum skal minka um orkutap við løðing og brúki av streymi. 

Juha Koskela, leiðari fyri flota- og strandarvirkseminum hjá ABB sigur, at tað eru sera avbjóðandi umstøður, ferjan kemur at sigla í. Dýpið er summastaðni 4,5 metrar og hæddin á aldunum kann verða upp í 3,5 metrar. 

- At velja tøknina hjá ABB á eini slíkari veðurbardari leið, er eitt nýtt stig fyri battarrikin skip. Samsvarandi okkara hugsjón um elektrisk og talgild skip, vísir henda verkætlanin, hvussu ein samskipan av skipanum kann rigga umborð og millum skip og serfrøðingar á landi, sigur Juha Koskela. 

Betrað reglusemi
Umframt at minka um CO₂-útlátið, fer tann nýggja ferjan eisini at betra um reglusemið, tí fyri at snúgva sær undan illveðri, mátti ferjan áður sigla ein umveg og leggja at í eini tryggari havn aðrastaðni. Hetta økti siglitíðina frá 45 minuttum til nærum tríggjar tímar, og elvdi til sjóverk hjá ferðafólkunum. 

Nýggja battarírikna ferjan fer at kunna gagnnýta tilætlaðu havnirnar í væl størri mun. 

Royndarsiglingar hjá íslendsku battaríriknu ferjuni vera nú í februar, og í Noregi vænta tey, ið varða av vegamálum, at 70 battarírikin skip verða í Noregi í 2021. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður