Heimatíðindi

ÍSF um e-sport: "Vit eru ikki komin til nakra niðurstøðu"

2019-01-16 10:12 Author image
Turið Justinussen

Felagið, eSport Føroyar hevur søkt um at gerast menningarsamband undir ÍSF, ið enn ikki hevur tikið støðu til, um Føroyar eiga at viðurkenna e-sport sum eina ítróttargrein. Umsóknin hjá eSport Føroyar verður viðgjørd á fundi mánadagin 28. januar

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF, greiðir frá, at ÍSF ikki er komið til nakra niðurstøðu í kjakinum, hvørs e-sportur eigur at viðurkennast sum ítróttargrein.

- Vit hava leysliga kjakast um tað, men eru ikki komin til nakra niðurstøðu. Vit vóru á eini norðurlendskari ráðstevnu, har hetta millum annað varð umrøtt, og tað gjørdist okkum greitt, at hini Norðurlondini eru líka ráðaleys sum vit, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat: 

- Vit hava fingið eitt umsóknarskriv frá eSport Føroya, ið ynskja at gerast eitt menningarsamband undir ÍSF. Vit hava sostatt avtalað ein fund við eSport Føroyar, ið er settur at vera 28. januar.

Les eisini: Áhugin fyri e-sporti er vaksandi í Føroyum

Endamálið hjá ÍSF er millum annað, at menna umstøðurnar hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig viðurskifti, og játtar ÍSF eSport Føroyar sum menningarsamband inniber tað, at umsitingin hjá ÍSF fer at ráðgeva og hjálpa eSport Føroyar at mennast sum ítróttargrein, uttan at eSport Føroyar gerst partur av fíggjarætlanini. eSport kann tó søkja um stuðul eitt nú í samband við kappingar, greiðir Elin Heðinsdóttir Joensen frá.

- Eftir fundin vænta vit, at vit eru betri klødd til at taka eina avgerð, sigur hon at enda. 

Menningarsambondini undir Ítróttarsambandi Føroya eru Dartsamband Føroya, Tennissamband Føroya, Kurvabóltur Føroya, Føroya Froskmannasamband, Seyðahundasamband Føroya Taekwondosamband Føroya, Golfsamband Føroya, Billardsamband Føroya og Boksisamband Føroya.

Les eisini: Magni Mohr um e-sport: "Hvar gongur markið?"

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður