Heimatíðindi

ÍSF-húsið: Øll 15 sersambondini og ÍSB fáa innivist í nýggja húsinum

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-01-27 13:23 Author image
Leivur Hansen

Semja er nú loksins fingin millum Ítróttasamband Føroya (ÍSF) og Tórshavnar býráð um, at kommunan yvirtekur gamla ÍSF-húsið í Gundadali og leigar ÍSF eitt 1.000-1.200 fermetrar stórt øki á p-plássinum vestanfyri ”bygdaskýlið” við Ovara vøll at byggja nýtt ÍSF-hús á.

Hetta merkir, at ÍSF fær tríggjar ferðir fleiri fermetrar at ráða yvir enn nú.

Sambært semjuni rindar kommunan fimm miljónir krónur fyri gamla ÍSF-húsið og bindur seg til at gera økið vestanfyri ”bygdaskýlið” byggibúgvið.

Í hesum sambandi verður eykaaðalfundur í ÍSF hósdagin 31. januar, har bert hetta málið verður á skrá.

– Verður undirtøka fyri semjuni, fara vit beinanvegin í holt við at projektera og gera tekning av nýggju húsunum, sigur Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF.

Hann roknar við, at tað fer at taka meginpartin av hesum árinum at fáa hesi viðurskifti avgreidd.

Lesið meira um evnið í Dimmalætting hesa vikuna. Dimma+ haldarar á netinum kunnu lesa alla greinia HER

  

  

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður