ÍSF: Allar dopingroyndirnar negativar

Shutterstock.com

ÍSF: Allar dopingroyndirnar negativar

2017-08-16 14:50 Author image
Innsent

Í apríl mánaða í ár vórðu 24 dopingroyndir  tiknar av føroyskum ítróttarfólkum. Úrslitið av royndunum er nú komið, og vóru allar royndirnar negativar. Tað vil siga, at ongin varð tikin fyri at hava nýtt ólóglig stimbrandi evnir, upplýsir Ítróttarsamband Føroya.

ÍSF fer í næstum, í samstarvi við Antidoping Danmark, at útbugva føroysk dopingeftirlitsfólk. Áður hava donsk dopingeftirlitsfólk staðið fyri kanningunum, men í  framtíðini verða tað føroysk dopingeftirlitsfólk, sum koma at standa fyri hesum. Hetta fer at gera arbeiðið alsamt meira støðugt og er tað at fegnast um, sigur ÍSF.

ÍSF hevur annars verið á fundi við Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum, og Sirið Stenberg, landstýriskvinnu í heilsumálum, um dopingarbeiðið nú og í framtíðini. Partarnir eru samdir um, at tað er alneyðugt við upplýsandi arbeiði innan doping, og at meira tíð og orka skal setast av til hetta,  herundir at fáa dopingarbeiði í tryggar fíggjarligar karmar. Partarnir hava avgjørt at hittast aftur seinni í ár.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður