IS ábyrgd av dripnum fronskum presti

2016-07-26 14:29 Author image
Jákup Højgaard

Tveir hermen frá Islamiska Stati framdu álopið á eini franskari kirkju í morgun. Tað sigur tíðindastovan Amaq, sum er málgagn hjá IS.

Tveir brotsmenn drupu ein prest og álvarsliga løstaðu ein annan gísla í eini kirkju í Normandínum í Fraklandi, áðrenn teir vóru skotnir av fransku løgregluni. 

Álopið fór fram undir morgun messuni í katólsku Saint-Etienne kirkjuni sunnanfyri Rouen í Normandínum. Fimm fólk vóru tikin til gísla. 

Ongar beinleiðis upplýsingar um orsøk og identitet eru um brotsmenninar enn, men anti-yvirgangs løgreglan tekur sær av málinum. Ein løgreglu kelda upplýsti fyri Reuters, at prestuin var skorin á háls. 

Álopið er tíverri bert eitt av mongu deyðligum álopum í Evropa seinastu tíðina. Nógv av álopunum eru sett í samband við islamistiskar militantar.

Vatikanið skýr gerðina sum eitt barbariskt dráp.

Reuters

    

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður