Uttanlands

Írland: Andstøðuleiðari vil liberalisera fosturtøkulógina

Írland: Andstøðuleiðari vil liberalisera fosturtøkulógina

Mynd: EPA

2018-02-11 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir

Írski andstøðuleiðarin Micheál Martin hevur broytt meining viðvíkjandi fosturtøku aftaná at hava tosað við kvinnur, ið vóru noyddar at fara til Bretlands fyri at fáa fosturtøku, aftana tær funnu útav, at børn teirra ikki fóru at verða fødd livandi.

Martin, ið er formaður fyri konservativa flokkinum Fianna Fáil, sigur seg nú vera fyri at liberalisera strangu fosturtøkulógina í Írlandi, sum í løtuni bert loyvir fosturtøku, um lívið hjá kvinnuni er í vanda.

Micheál Martin tekur undir við, at 8. grundlógarískoytið, ið viðurkennir rættin til lív hjá tí ófødda, verður strikað. Aðrir limir í flokkinum siga seg vilja varðveita 8. grundlógarískoytið.

Martin segði við The Guardian, at hann ikki longur kundi taka undir við einari lóg, ið noyðir kvinnur av landinum fyri at fáa fosturtøku, um ófødda barn teirra hevur lívshættisligt brek, ella um tær hava verið utsettar fyri kynsligan harðskap.

Aftaná at hava hoyrt søgurnar hjá teimum í írska parlamentinum, og hvat tær høvdu verið ígjøgnum, tá tær fóru til Onglands at fáa fosturtøku, gekk tað upp fyri mær, at eg ikki longur kundi stuðla núverandi lóg um fosturtøku, segði hann.

Tá hann varð spurdur, um hann var bangin fyri, at spurningurin um fosturtøku fór at klúgva flokkin hjá honum í tvey, segði hann: Eg haldi, tað er eitt tekin um hvussu langt okkara demokratiska skipan er komin, at umboð í flokkki okkara kunnu atkvøða eftir egnari sannføring í einum etiskum máli sum hetta.

Aftaná Martin kom fram við sínari meining í februar, hava fólk, eisini tey, ið eru ósamd við honum, takkað honum fyri hansara opinleika. Eg vóni, og eg trúgvi, at vit kunnu hava eitt kjak grundað á virðing og tolsemi, og at vit virða hvønnannan í hesum málinum, segði hann.

Kanningar hava víst, at 60 prosent eru fyri at strika 8. grundlógarískoytið, men síðst í januar vísti ein kanning hjá Sunday Business Post, at bert 51 prosent tóku undir við fríari fosturtøku upp til 12. viku.

Í mei verður fólkaatkvøða um fosturtøkulógina.

Sí eisini: Írland skal til fólkaatkvøðu um fosturtøkulóg

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður