Heimatíðindi

Innlendismálaráðið kannar Biskupstorg

2018-11-24 13:44 Author image
Georg L. Petersen

Borgarstjórin í Klaksvík er sannførdur um, at alt er í lagi við Biskupstorg og fíggingini, hvør skal sleppa at búgva og hvussu veghæddin skal leigast út og skipast – men innlendismálaráðið sær byggingina sum eina fløkju, sum ráðið nú er farið at kanna

- Vit hyggja eftir øllum málinum og um nakað hoyrir heima í Fíggjarmálaráðnum. Men málið sær eitt sindur fløkjasligt út, og vit mugu finna út av hvat er høvd og hvat er hali á hesum. Men av tí at vit hava tikið málið upp, fái eg ikki svarað upp á ítøkiliga spurningar, sigur Hilmar Høgenni, sum arbeiðir við tí kommunala eftirlitinum í Innlendismálaráðnum.

Málið um Biskupstorg gjørdist nakað drúgvari enn ætlað. Byggingin bleiv nakað seinkað, og enn er ikki avgjørt, hvør skal flyta inn í íbúðirnar. Og veghæddin hevur verið ein tungur burður, tí Klaksvíkar Kommuna mátti taka um endan, tá eingin annar vildi keypa veghæddina sum ætlað fyri 25 milliónir krónur, ið Bústaðir hevði lagt út, og skuldi hava aftur.

Úrslitið varð, at Klaksvíkar kommuna setti á stovn Miðbýarfelagið Biskupstorg, sum yvirtekur veghæddina. Hetta er eitt sjálvstøðugt felag, sum skal taka lán upp á 25 milliónir krónur at rinda Bústaðir, fyri tað íbúðarfelagið hevur lagt út. Kommunan rindar so leigu til Miðbýarfelagið í tann mun tað er neyðugt, og so kann felagið eisini leiga út til onnur, sum velja at hava virksemi har.

Lesið meira HER

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður