Inngarðsútskiftingin á Strondum er komin í gildi

Inngarðsútskiftingin á Strondum er komin í gildi

2017-10-25 17:48 Author image
Innsent

Broytingartíðir eru á Strondum. Frá í dag, 25. okt. 2017, er stóra útskiftingin innangarðs komin í gildi, og henda ger jarðarviðurskiftini í bygdini munandi einfaldari, tí jørðin, sum áður var smábýtt, er nú vorðin savnað í størri lutir. Fyri útskiftingina vóru oman fyri 2.000 jarðarstykki á Strondum. Nú eru tey eini 1.000 færri. Kommunan hevur í sambandi við útskiftingina ognartikið lendi til framtíðar útbyggingar, og hædd er eisini tikin fyri undirsjóvartunlinum, har hann kemur upp á Strondum.

Umhvørvisstovan hevur teknað matrikulkortið av nýggjum, og nýggja eigindómsskipanin sæst nú á kortal.fo. Matrikul og tingbók verða nú førd samsvarandi, og hetta arbeiðið verður fullført næstu 2-3 vikurnar. Eftir er at seta nýggju markini av á staðnum, og tað arbeiðið byrjar væntandi í komandi viku.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður