Javni: Børn við serligum avbjóðingum skulu inkluderast

2016-06-10 08:44 Author image
Dimma

- Eitt av mínum hjartamálum er inklusión.

Soleiðis sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna, sum nú vil sláa eitt slag fyri, at børn við serligum tørvi ella menningartarni skulu vera við í vanligum bólkum ella flokkum av børnum – í vøggustovu, barnagarði og skúla.

Hetta hevur eisini verið siðvenja í nógv ár, men seinastu árini hevur Sigrun Wardum upplivað sum forkvinna í Javna eitt týðiligt rák hinvegin, at gjørdar vera serstovur til børn við serligum avbjóðingum í barnagørðum og skúlum.

- Tað er ein gongd, sum vit ikki bara kunnu standa og hyggja at. Tað er ein orsøk til, at Føroyar hava tikið undir við ST-sáttmálanum fyri fólk við breki. Sáttmálin sigur greitt, at børn við serligum avbjóðingum eiga somu rættindi sum onnur børn til ein innihaldsríkan og mennandi gerandisdag, sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna í dag.

Inklusión – altso at børn við serligum tørvi eru í vanligum bólkum við børnum – er tann hátturin, sum mennir børn. Eisini børnini, sum einki baga. Sigur Sigrun Wardum, forkvinna í Javna.


Les: Inklusión í dagstovnum og skúlum 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður