Uttanlands

Indonesia: Talið av deyðum eftir flóðalduna nú komið upp um 1.200

Indonesia: Talið av deyðum eftir flóðalduna nú komið upp um 1.200

Bjargingarfólk savna lík úr húsaleivdunum (Mynd: EPA)

2018-10-02 10:44 Author image
Ingi Samuelsen

Talið av fólkum, sum eru deyð eftir jarðskjálvtan og flóðalduna í Indonesia er nú komið væl upp um 1.200, og oyðileggingarnar eru stórar, upplýsa myndugleikarnir í landinum.

Almenna talið av deyðum hevur annars ligið á 844, men var væntað hægri. Nú hava myndugleikarnir sett talið til 1.234 og upplýsa at harafturat hava 800 fólk fingið álvarsligar skaðar.

Tað var í farnu viku, at ein stórur jarðskjálvti við eini megi á 7,5 rakti eitt øki átta fjórðingar út fyri býin Palu á oynni Sulawesi. Skjálvtin elvdi til eina rættiliga stóra flógaldu eina løtu seinni.

Trupult hevur verið at savna tíðindi frá raktu økjunum orsaka av oyðileggingunum, eitt nú tí at stórur partur av økinum hevur ligið í streymloysi, skrivar heimasíðan hjá svenska sjónvarpinum, SVT.

Enn eru nógv fólk, sum hava tørv á hjálp, eitt nú í landslutinum Donggala, sum liggur avskorin frá restini av landinum. Tað er eisini eitt stríð móti tíðini fyri bjargingarfólkini. Hús, handlar og samskifti eru rakt av oyðileggingunum, og fólk hava tí rænt handlar og keypsskálar fyri at fáa fatur á mati.

- Her er tørvur á øllum: Vatni, heilivági, mati, sigur Samir Abu Eid, journalistur hjá SVT, sum er staddur í Palu.

Í Palu hava sjálvboðin gravað eina 100 metra langa hópgrøv, sum er ætlað at skula rúma 1.300 deyðum.

- Á flogvøllinum sóu vit fólk í túsundatali, sum hjálparleys og desperat bíðaðu eftir at sleppa burtur úr økinum. Nógv av teimum høvdu álvarsligar skaðar, og vórðu flutt á børum. Men har vóru eisini nógv børn, sjúk og fólk við smærri skaðum, sum hava tørv á at fáa viðgerð aðra staðni, sigur Samir Abu Eid.

Stjórnin í Indonesia hevur verið fyri hørðum ábreiðslum, tí flóðalduávaringarskipanin nú ikki hevur virkað í seks ár orsaka av vantandi fígging.

Í nátt varð landið aftur rakt av einum skjálvta við styrki millum 5,9 og 6,0 nærhendis oynni Sumba, sum hevur 750.000 íbúgvar.


(Mynd: EPA)


(Mynd: EPA)

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður