Sum vit skrivaðu fyrr í dag, eru tað nú 20 ár síðani, at Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu. Og tað hátíðarheldur tunnilsfelagið við at lata tað verða ókeypis at koyra ígjøgnum bæði Norðoyatunnilin og Vágatunnilin í samfullar átta dagar.
Tað er fallið tingmanninum, Erhardi Joensen úr Sambandsflokkinum, fyri bróstið.
Hann heldur fyri á Facebook, at nú tunnilsfelagið eru farið at spæla jólamann, heldur hann, at tað er uppá sítt pláss at Strandferðslan ger tað sama.
– Só ókeypis at sigla við strandfaraskipunum í 8 dagar, takk, sigur løgtingsmaðurin.
Ein annar viðmerkjari heldur, at tað eigur ikki at verða lógligt, at almenn partafeløg minka um avlopið - við vilja.