Leygardagin 9. mai hevur Lærarafelagið aðalfund og á fundinum stóðu tveir nevndarlimir fyri vali.
Teir eru Tórhallur við Gil, sum er næstformaður í Lærarafelagnum, og lærari í Runavík, og Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari í Lærarafelagnum og lærari á Argjahamri.
Tá ið freistin at stilla upp til nevndarvalið var farin., vóru teir báðir teir einastu, sum stillaðu upp til, og tí eru teir valdir í nevndina utttan val.
Nevndin í Føroya Lærarafelag er Jacob Eli S. Olsen, formaður, Tórhallur við Gil, næstformaður, Jona Højsted, kassameistari, Eyðbjartur S. Skaalum, skrivari, og Bergur Samuelsen, nevndarlimur.
Á aðalfundinum skal ein 1. tiltakslimur og ein 2. tiltakslimur veljast til nevndina.