Ongi úrslit

Mótrokningin ein bati í samfelagshøpi

Landsfelag Pensjónista
3 tímar síðan

 Landsfelag Pensjónista fegnast yvir samgonguskjalið

Lyftini undan løgtingsvalinum 26. mars 2026 vóru mong, ikki minst, tá tað kom til eldraøkið og pensjónistar.

Landsfelag Pensjónista varð ikki vónsvikið hesuferð. Tvørtur ímóti.

Vit fegnast yvir ætlan nýggja landsstýrisins, at markið, áðrenn mótroknað verður í pensjónini hjá pensjónistum, verður hækkað úr kr. 61.900 til kr. 300.000 av allari arbeiðsinntøku.

Hetta kemur mongum pensjónistum, sum framvegis orka og tíma at verða á arbeiðsmarknaðinum, væl við.

Serliga er tað eldraøkið, ið hevur verið forsømt, og vantar arbeiðsmegi og ”heitar hendur”.

Pensjónistar eru absolutt ikki nøkur samfelagsbyrða, men sanniliga ein eldraorka. Nógv eldri fólk eru væl fyri í allar mátar og eru til stóra hjálp, tá samfelagið ikki megnar at taka sær av teim okkara, ið ikki eru so væl fyri og krevja alla ta hjálp, tey hava krav uppá.

Landsfelag Pensjónista fegnast um, at teir tríggir flokkarnir, sum í dag mynda landsstýrið, hava minst til okkum við at hækka mótrokningarupphæddina til kr. 300.000 nú samgonguskjalið í apríl varð undirskrivað.

Vit vóna somuleiðis, at ætlanin verður til veruleika skjótast gjørligt.

Beate L. Samuelsen, forkv.

Landsfelag Pensjónista

22. apríl 2026

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

5 tímar síðan