Ongi úrslit

Løgreglan hevur tosað við bæði dreingir og foreldur

Áki Bertholdsen
20 tímar síðan

Seinastu dagarnar hava nakrir bilførarar ringt til løgregluna at melda, at hálvvaksnir dreingir hava gjørt fortreð við at blakað egg eftir bilunum í Saltangará og har um vegir.

Tað kann vera serstakliga óheppið fyri ferðslutrygdina, tí tað kann loypa hvøkk á bilførararnar.

Samstundis vita handilsfólk frá at siga, at tað er merkiligt, sum unglingar hava gingið inn at keypa egg.

Løgreglan sigur, at í gjár fingu tey fatur á teimum flestu dreingjunum, teir vóru einir 10 í tali.

 Løgreglan sigur, at sostatt hava tey fingið ein prát við dreingirnar og foreldrini - í allari hampiligheit - um álvaran í hesum, og meiri verður heldur ikki gjørt burtur úr.

Men eftirsum talan er um unglingar undir 18 ár, verður altíð ein frágreiðing skrivað til sosialu myndugleikarnar í kommununi.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45