Nú er ein triðingur av atkvøðunum taldar upp og nýggjasta forsøgnin hjá valserfrøðingunum í KvF, vísir, at Javnaðarflokkurin stendur seg væl betri enn veljarakanningarnar upp undir valið, vístu.
Tá ið ringast stóð til, stóð Javnaðarflokkurin til at fáa undir 15 prosent av atkvøðunum, men forsøgnin vísir, at hann fer at fáa 20,3 prosent av atkvøðunum. Tað væl meiri enn væntað, men kortini ein stór afturgongd.
Hinvegin vísir forsøgnin eisini, at sum væntað verður Fólkaflokkurin tann stóri vinnarin, men tey fáa verri enn so líka gott úrslit, sum veljarakanningarnar vístu, tí tær góvu honum langt yvir 30 prosent av atkvøðunum. Men forsøgnin vísir, at hann fer at fáa 25,4 prosent.
Tjóðveldi hevur eina lítla framgongd og fær 18,1 prosent av atkvøðunum.
Framsókn fær 6,1 prosent, Miðflokkurin fær 5,3 prosent og Sjálvstýrið fær 4,1 prosent, og fær ein tinglim.