Ongi úrslit

Hans Andrias Jacobsen til reiðar við nýggjum tónleiki

Edmund Jacobsen
21 tímar síðan

Føroyski sangarin og gittarspælarin Hans Andrias Jacobsen gevur nýtt staklag út 8. mai. 

Hans Andrias hevur í eina tíð arbeitt við nýggjum tilfari, og fyrsta útgávan er staklagið “Dreymurin” - eitt  av fleiri nýggjum løgum, sum eru í væntu.

Hans Andrias er kendur fyri sínar dygdargóðu framførslur. Hann hevur eina sterka rødd og spælir væl á gittar. Hetta hevur givið honum gott umdømi. Ikki bara í Føroyum, men eisini í samband við sínar framførðslur uttanfyri klettarnar.

Hans Andrias vann tónleikakappingina Sement í 2025. Longu í 2012 var hann heiðraður sum ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards.

Hann er eisini fastur limur í navnframa bólkinum Grandma’s Basement úr Klaksvík.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10